– Føroya Pedagogfelag hevur einki ynski um at vera í verkfalli, ei heldur at gera lívið torført hjá teimum, ið limir okkara dagliga taka sær av.
Soleiðis segði Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi fyrr í dag.
Føroya Pedagogfelag vildi eisini vera við, at felagið er kroyst út í hetta stríðið av Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, sum – sambært Føroya Pedagogfelag – undan valinum góvu limum í Føroya Pedagogfelag fleiri lyfti.
Javnaðarflokkurin hevði lovað pedagogum rættvísi.
Tjóðveldi lovaði pedagogunum at »hetta loysa vit saman«.
Framsókn lovaði pedagogunum at styrkja kjanuvælferðartæanstu og at »lønin má vera hin sama fyri tæanstur, ið byggja á næstan somu læruúrtøku og útbúgving.
Og tað er eyðsæð, at Føroya Pedagogfelag hevur høg krøv. Tí sambært keldum, sum standa samráðingunum nær, so vrakaði Føroya Pedagogfelag semingsuppskot, sum gav teimum 7 prosent í lønarhækking. Sigast skal, at Fíggjarmálaráðið eisini vrakaði semingsuppskotið.
Vit kenna ikki krøvini frá Føroya Pedagogfelag, men tá tey vraka eina lønarhækking upp á 7 prosent, so eru krøvini uttan iva væl hægri.
Fyrsta fakfelag at gera sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum var Starvsmannafelagið, sum vanliga hevur verið grundarlagið undir hinum sáttmálunum.
Starvsmannafelagið fekk við nýggja sáttmálanum eina løngarhækking upp á 2,3 prosent fyrra árið og 2,5 prosent seinna árið.
Sjúrkarøktarfrøðingarnir vildu ikki fylgja hesum leisti og fingu munandi størri lønarhækking – og alt bendir á, at pedagogarnir eisini ætla sær eina nógv størri lønarhækking, enn Starvsmannafelagið hevur fingið.