Rasmus Rasmussen var í fleiri ár partur av føroyska tónleikaheiminum. Rasmus var samkyndur, og hann var í fleiri førum í fokus. Bæði í sambandi við ætlaðu lógarbroytingina í grein 266b í revsilógini, og síðani í samband við stovnsetanini av Fountain-húsinum. Eitt hús, sum Rasmus tó ongantíð sjálvur slapp at uppliva.
Fríggjakvøldið verður søgan um Rasmus søgd á Tjóðpallinum, og er tað tvíburasystir Rasmus, Linda, ið hevur tikið stig til hetta.
Talan er um útvarpsbiograf, har tað er bølamyrkt i salinum, meðan søgan verður søgd.
- Ein útvarpsbiografur er júst sum ein filmsbiografur, men heldur enn at hyggja lurtar tú eftir eini søgu. Tú situr í myrkri, og sostatt er lættari lurta, tí einki órógvar, og tú hevur lættari við at skapa tínar egnu myndir, sigur Linda Mortansdóttir við Kringvarpið..
Umframt serstøku upplivingina er tiltakið eisini ætlað sum stuðul til Fountain-húsið.