Søgan um langhylin

Í Dagur og viku týskvøldið fær sitandi í borgarstjóri í Havn høvi til uttan at nakað mótspæl at sáa iva um verkætlanina um langhylin. Hetta er sera óheppið og als ikki nøkur rættvísandi mynd av eini verkætlan, sum hevur verið væl fyrireikað og projekterað í 3 ár. Tí verður greitt frá gongdini í hesum skrivi.

 

Javnaðarflokkurin við sitandi borgarstjóra á odda hevur sitið við valdið frá 2004-2016. Øll hesi árini lovaði man borgarunum í Havn ein langhyl, ja enntá var man so djarvur at siga í 2013, at innan 2 ár skuldi langhylurin standa liðugur í Gundadali. Tey, sum kenna søguna vita, at hetta hevði onki hald í veruleikanum. Í 2016 hevur  man tó fyri at bjargað andlit eina arkitektakapping, um ein langhyl í Havn, har vinnandi projektið varð avdúkað beint fyri kommunuvalið í 2016. Vinnandi projektið er tað núverandi projekt at byggja langhylin saman við verandi hyli í Havn. Ein av orskunum var netupp, at gera gagn av verandi hyli í samband við kappsvimjing, har ein  kann hita upp og svimja av í verandi hyli, meðan kapping gongur fyri seg í langhylinum. Sum gamal kappsvimjari skylji eg væl hesa grundgeving. Sitandi borgarstjóri eigur av øllum at vita, at her vóru ongir brúsufasilitetir í projektinum, tí tað var hann sjálvur, sum tók avgerð um, at hetta skuldi vera vinnandi projektið.  Síðandi tók nýggj samgonga við 1. Jan 2017, har langhylurin var eitt av okkara kjarnumálum at fremja í verki.

 

Langhylurin leyk ikki altjóða mát

 

Orsakað av, at íløgukarmurin hjá Tórshavnar kommunu var hart spentur fyri tey bæði fyrstu árini, frá 2017-2018, tí vit bygdu Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan samstundis, so brúktu vit eitt eyka ár at projektera langhylin. Vit fingu altjóða svimjiarkitekt at kanna eftir um verkætlanin leyk altjóða mát, so vit kundu hava eitt nú EM, World Cup við meira. Vit ynsktu ikki at standa í somu støðu sum við Stórhøllini á Hálsi, sum man just hevði bygt út fyri 80 mió, men sum ikki leyk altjóða krøv. Portugisiski arkitekurin, sum hevur teknað tey flestu nýggju olympisku stadion kom skjótt eftir, at hylin hevði ov fáar geilar, flowið í hylin var ikki nøktandi í mun til altjóða kappinar og mátti broytast og dómara og áskoðaraplássinum skuldu broytast og tillagingar í mun til sjónvarp. Hetta viðførdi at ístaðin fyri 8 geilar fingu vit 10 ( tvær skuldu vera eyka til at taka aldurnar í hylinum í stórum kappingum). Tað góða við at fáa 2 geilar afturat var, at hylurin, sum er 50 m til longdar eisini bleiv 25 m í breiddini (25 m er góðkenda longdin fyri stuttgeila kappingar). Kanningar vísa at havnarbørn eru tey sum duga ringast at svimja í Føroym, so var tað eisini kærkomið fyri skúlabørn í Tórshavnar kommunu, sum kunnu hava skúlasvimjing í einari góðkendari breidd (25 m).

 

Vælveruøkið

 

Nú Tórshavnar kommuna skuldi byggja eitt so stórt ítróttarannleg vóru vit samd um, at tað eisini skuldu koma øðrum borgarum at gangni enn bara tey sum regluliga svimja. Tí varð avgerð tikin um, at eitt inndandura vælveruøkið við heitum hyli til eitt nú rørslutarnað, fólk við fjølbreki, familju- og babysvimjing eisini skuldi vera ein partur av verkætlanini. Eisini varð avgjørt, at eitt uttandura øki við heitum og køldum hyli skuldi gerast.

 

Brúsu- og umklæðingarmøguleikar

 

Um dagarnar frættist, at langhylurin var steðgaður, tí at brúsuviðurskiftini ikki vóru í lagi. Øll, sum hava fylgt við verkætlanini vita, at hetta var als ikki sannleikin. Sannleikin var at sitandi samgonga hevði steðga verkætlanini og stígur hevur verið í arbeiðinum í ein mdr. At brúsur ikki vóru við í verkætlanini eigur einamest borgarstjórin at vita, tí tað var hann sum tók avgerðina um upprunaliga arkitektauppskotið. Tá tað er sagt, so hava brúsuviðurskiftini sjálvsagt eisini verið til umrøðu í bygginevndini eins og aðrar tillagingar í undanfarnu býráðssetu. Vit komu ásamt um, at best var at gera umvælingar í verandi høll, har rúmið við gosbaðnum og solarium bleiv gjørt um til umklæðing og brúsurúm. Hetta samtykti mentamálanevndin í seinastu setu, men hetta hevur sitandi samgonga valt at siggja burtur frá.

 

 

 

At hetta skal vera grundgevingin fyri at arbeiðið er steðgað upp er púra burturvið. Hví ikki viðgera hetta opið og erliga í bygginevndini. Ynskti man at gera tillagingar, har brúsurúmið skuldi staðsetast aðra staðni, hvi so ikki viðgera tað opið og erliga, sum vit altíð gera við slíkar verkætlanir ?. Vit sum hava arbeitt hart fyri hesari verkætlan høvdu sjálvsagt ikki verið ímóti at kanna hesi viðurskifti nærri í bygginevndini, men ongantíð kom hetta fyri nakra bgginevnd ikki fyrr enn eg kendi meg noydda at gera vart við mín ótta á fb, at sitandi meiriluti hevði steðgað verkætlanini. Stutt eftir hetta bleiv eg ringd upp seint á kvøldið mánakvøldið, at eykafundur skuldi vera í mentamálanevndin morgunin eftir um eitt brúsurúm. Másllýsingin til málið fylti nakra fáa reglur. Hetta luktaði ikki væl

 

Rørslutarna misbrúkt í einum politiskum spæli

 

Tá trekt varð í hondbremsuna og sitandi meiriluti fekk kaldar føtur um at steðga langhylinum vóru góð ráð dýr og man byrjaði at finna uppá grundgevgingar fyri, hví arbeiðið varð steðgað upp. Eitt av høvuðsgrundgevingunum var, at viðurskiftini hjá rørslutarnaðum ikki vóru í lagi. Hvussu kann man søkka so djúpt at misbrúka fólk við rørslutarni í einum so óreinum politiskum spæli? Sjálvandi lýkur hylurin øll krøv í mun til atkomu fyri rørslutarnað bæði fyri at koma ínn í hylin, niður í hylin og enntá er eisini ein heilur heitur hylur er bygdur nettupp til rørslutarna og fólk við fjølbreki. Tað, sum eg fekk at vita í fíggjarnevndini tá eg spurgdi inn til hesi viðurskifti var eitt par, sum hevði spurt seg fyrí um tey kundu skifta saman tí, at makin megnaði tað ikki sjálvur/sjálv. Hetta snýr seg um eina sjálvfylgju at vit høvdu fingið laga hetta  til í bygginevdini.  Men hetta fylti allar yvirskiftirnar í miðlunum, at verkætlanin ikki var væl frágingin, tí hon leyk ikki krøvini fyri rørslutarna!

 

 

 

Tekjan

 

Langhylurin er tann størsta einstaka ítróttarverkætlan, sum Tórshavnar kommuna einamøll hevur staðið fyri. Tí er hetta ikki bara ein kassi, sum skal setast upp og eitt kar setast niður í. Hylurin skal vara í nógv áratíggju, og arkitekturur er eisini ein partur av eini so stórari verkætlan. Vit høvdu øll okkara ivamál um nú stóra spennið og um konstruktiónin av tekjuni fór at halda, og tí brúktu vit eyka tíð uppá at kanna eftir saman við arkitektum, verkfrøðingum um nú hendan tekjan fór at halda, eisini í mun til føroyska veðurlagið. Hetta bleiv okkum vissað um, áðrenn arbeiðið fór í gongd. Hvat síðan er hent dugu eg ikki at siga, tí vit sum sita í bygginevndini fáa onki at vita. Tað er í bygginevndini at slikt eigur at vera viðgjørt. Tá ið skúlin á fløtum bleiv bygdur var takkonstruktiónin eisini broytt og fór hetta fram í sátt og semju í bygginevndini uttan at neyðugt var at steðga øllum arbeiðinum upp og geila alt upp.

 

 

 

Endurgjald og sáttmáli var klárur at steða arbeiðnum

 

Veruliga orsøkin til alla hesa orrustu um langhylin er, at sitandi meiriluti ynskti at steðga verkætlanini við langhylinum, fyribils í eitt ár og við møguleika at enda verkætlanina heilt. Ì út við ein mánað hevur meirilutin roynt at framt hesa dáragerð, sum sjálvsagt nú gongur út yvir verkætlanina, tí arbeiðið hevur verið darvað í ein mdr. Her liggur uttan iva eitt endurgjald á borðinum um fáar dagar frá JogK. Hvat endurgjald JogK skuldi hava fyri at steðga arbeiðnum heilt er rættiliga áhugavert at fáa at vita og havi eg tí biðið um innlit í hesi viðurskifti. Um hetta innlitið verður givið velst um opinleikan og gjøgnumskygni hjá meirilutanum í kommununi.

 

Tá man ikki vil vera opin um hesi viðurskifti er tað lættasta at skjóta undanfarna býrað fyri sínar manglar, tað er ein vanligur herskarateknikkur, soleiðis at man sjálvur kann renna undan ábyrgdini og annars sóla sær í at hava gjørt tingini rætt.  Veruleikin er tó, at um vit í undanfarna býrað ikki samtyktu langhylin fyri býráðsvalið seinast, so var ongin langhylur í Havn í dag. Hetta er ein verkætlan, sum er væl gjøgnumarbeidd og eg eri bæði glað og stolt av, at vit í undanfarna býrað netupp stóðu saman tá á stóð, tí kreftirnar vóru harðar bæði tá og nú um at steðga langhylinum.

 

Annika Olsen, fyrrverandi borgartjóri og byráðslimur í Tórshavnar kommunu