Dómari steðgar útbygging av tilflytaradepli

Ein samveldisdómari hevur givið boð um at steðga møguleikanum senda tilflytarar í umstrídda amerikanska tilflytaradepilin, sum liggur í Everglades í Suðurflorida, og sum hevur fingið eyknevnið "Alligator Alcatraz".

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjaði "Alligator Alcatraz" 1. juli. - Mynd: Evelyn Hockstein

Ta skrivar tíðindastovan Reuters.

Dómarin Kathleen Williams hevur eisini givið boð um at steðga byggingini av nýggjum bygningum á tilflytaradeplinum.

Miðstøðin er ein av álitisverkætlanunum hjá Donald Trump, forseta.

Hon liggur í einum mýrilendi og hevur fingið kritikk fyri at skaða plantur, vatnumhvørvi og djóralív í Everglades.

Florida hevur kært avgerðina hjá dómaranum. Staturin bygdi tilflytaradepilin saman við samveldisstjórnini.

 

/Ritzau/

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjaði "Alligator Alcatraz" 1. juli. - Mynd: Evelyn Hockstein