Seks British Aerospace flogfør hjá Atlantsflog á fløgvøllinum í Vágum

Søgan hjá Atlantic Airways í stuttum

Seks British Aerospace flogfør hjá Atlantsflog á fløgvøllinum í Vágum

Í dag er føðingardagur hjá Atlantsflog, sum fleyg fyrsta túrin úr Vágum til Keypmannahavnar 28. mars í 1988.

 

Her er eitt søguligt yvirlit:

 

1987: Tann 4. november leggur Lasse Klein, landsstýrismaður, fyri løg­­­tingið uppskot um at stovna nýtt før­oyskt flogfelag

 

1988: 28. mars flýgur Atlantic Air­­ways sín fyrsta túr millum Vág­ar og Keypmannahavn.

 

1990: At­­lan­­tic Review kemur út á fyrsta sinni.

 

1991: Byrjaðu fyrstu ferð at flúgva til Bil­lund.

 

1992: Cimber Air fer úr fel­ag­num, og lands­stýrið setir 75 mió. kr. í nýggj­um parta­pen­ingi í Atlantic Ai­rways.

 

1994: Atlantic Airways yv­­ir­tek­ur tyrlu­flúgv­ingina millum oyggj­ar­nar frá Strandferðsluni.

 

1995: Felagið hevur á fyrsta sinni av­­lop á rakstrinum. Fyrsti stjór­­in, Heri Mort­en­sen, fer frá, og Magni Arge tek­ur við. Byrjaðu at flúgva millum Før­oyar og Ísland í sam­starvi við ís­lend­ing­ar.

 

1997: Uppaftur meiri ferð kemur á virk­­sem­ið hjá felagnum, tá ið tað fer at flúgva millum Ísland og Grøn­land í sam­starvi við ís­lend­ing­ar.

 

1998: Sjøtul verður settur á rutu til Skot­­lands, og túratalið millum Før­­oy­­ar og Danmark verður økt, og eitt flog­far verður leigað inn til flúgv­ing í há­árstíð.

 

1999: Felagið fer undir at flúgva til Nor­­egs, og sáttmáli verður und­­ir­­skriv­að­ur um at keypa nýtt flog­far, sum skal latast felagnum í febr­uar í 2000.

 

2000: Atlantic Airways fær ann­að flog­far­ið í flotan 2. februar. Flog­far­ið er av slagnum British Aero­space, sum er sama slag flog­far sum fyrsta flog­far­ið hjá fel­ag­num.

 

2001: Bjargingartyrlan Bell 412 kem­­ur til Føroya sjálvan flagg­dag­­in, og At­lantic Airways skal standa fyri leit­ing og bjarging kring Føroyar tey næstu 10 ár­ini sambært sáttmála við Fiski­mál­a­ráð­ið.

 

2002: Ferðafólkatalið hjá fel­ag­num fer á fyrsta sinni upp um 100.000. Hetta er stór øking sam­an­bor­ið við 1995, tá ið talið var um 50.000.

 

2004: Atlantic Airways stovnar Súl­u­skip­anina, har tey ferðandi kunnu savna sær stempul til at keypa Súl­u­ferðir fyri. Leig­u­flúgv­ing í Nor­egi byrj­ar av álv­ara. Triðja flog­far­ið verð­ur keypt.

 

2005: Felagið keypir fyrsta Avro RJ-flog­­far­ið frá Swiss. Flog­farið tek­ur fleiri ferðafólk og røkkur longri enn Brit­­ish A­e­r­o­space- flogførini. At­­lan­t­ic Airways vinn­ur heiðurin Árs­­­ins Átak á Vinnu­deg­num.

 

2006: Atlantic Airways fær kapp­ing frá nýggja føroyska flog­­fel­ag­num, Far­oeJet, sum flýg­ur í eitt gott hálvt ár millum Før­oyar og Dan­mark. 10. ok­tob­er fer eitt flog­far hjá Atlantic Air­ways út av flog­vøll­i­num í Stord í Nor­egi. Fýra fólk láta lív, teirra mill­um flog­tern­an Guðrun Her­vør Jo­e­n­sen úr Bø, 41 ár.

 

2007: Felagið keypir tvey Avro RJ-flog­­før aftrat frá Swiss. Flotin tel­­­ur sjey flogfør. Ein triðingur av At­­lan­tic Air­ways verður ein­skild­­ur, og fel­agið verð­u­r skrá­sett á partabræva- mark­n­a­­ð­i­num í Ís­landi, ICEX.

 

2008: Atlantic Airways ger 30. jan­­uar sáttmála við Airbus um at byggja eitt nýtt flogfar av slagn­um Air­bus 319. Um várið kem­ur nýggj Aug­usta Westland 139-tyrla í flotan.

 

2009: Felagið hevur á fyrsta sinni hall síðan 1994. Fíggj­ar­kreppa, mink­andi virksemi og kreppa í al­tjóða flogvinnuni eru or­søk­in til hall­ið. Felagið setti um­fatandi til­tøk í verk at tillaga virk­s­emið.

 

2010: Atlantic Airways hevur aft­ur av­lop á rakstrinum. Avlopið

 

er 12,3 mió. kr. eftir skatt sam­an­bor­ið við 6,6 mió. kr. í halli ár­ið fyri, hó­ast øsk­­u­skýggj úr Eyj­a­fjall­a­jøkli í Ís­­landi leggur flog­ferðsluna lamna í fleiri vikur.

 

2011: Sáttmáli verður gjørdur um at selja Augusta Westland 139-tyrl­una. Longda flogbreytin í Vág­um verður tik­in í nýtslu í des­em­ber, og felagið røkk­ur ein­um av bestu úr­slit­u­num nakr­­an­­­tíð.

 

2012: Fyrsta Airbus A319 flog­far­­ið kem­ur heim úr Ham­burg, og At­lan­tic Airways fer undir at flúgva bein­leiðis til Barcelona. Fel­ag­ið fær bron­s­­u­merki sum árs­ins ev­rop­­iska flog­fel­ag frá Eu­ropean Reg­i­ons Air­line Ass­o­ci­at­ion.

 

2013: Fel­ag­ið kann hátíðarhalda 25 ára føðingardag. Eginognin hjá fel­­ag­­­num er 247 mió. kr., og før­oy­ingar kunnu nú eisini flúgva bein­leiðis til Mil­ano aft­r­at Barcelona. Fel­agið leig­ar tvey Airbus A319 flog­før. Magni Arge fer frá sum stjóri, og Jørg­en Holme verður fyr­i­bilsstjóri í fel­­ag­­num.

 

2014: Løgtingið samtykkir, at keypa trið­ing­in av Atlantic Air­ways, sum varð einskildur í 2007, aft­­ur. Ferðafólk nr. 3.000.000 við At­­lan­tic Airways fer á flog sein­ast í nov­­em­ber.

 

2015: Atlantic Airways skiftir tyrl­­­u­flotan út og keypir tvær nýggj­ar AW139 tyrlur í staðin fyri tær 20 ára gomlu Bell 412 tyrl­ur­nar. Í juni verður skriv­að undir av­talu við Air­bus um ein nýggj­an Airbus A320. Jó­hanna á Bergi verður sett sum stjóri í Atlantic Airways.

 

2016: Súluskipanin fer í søguna, og ferð­­­a­fólkatølini eru methøg.

 

Í des­ember kemur nýggja Air­bus 320 flogfarið til Føroya, og flot­in verður navngivin eftir kend­um føroyskum listafólkum, Will­i­am (Heinesen), Ingálvur (av Reyni), Elin­borg (Lützen), Sámal (Mik­i­nes-Joensen) og Ruth (Smith).

 

2017: Atlantic Airways verð­ur blak­að úr Eu­r­o­bon­us­­skip­an­ini og stovn­ar nýggju trú­fest­is­skip­an­­ina, Súlubonus. Eis­ini fer fel­ag­ið undir ung­dóms­ferð­a­seð­il­in, Sveiggj.

 

2018: Atlantic Airways fyllir 30 ár. Fel­­agið undirskrivar leiguavtalu um nýgg­jan Airbus 320neo.

 

2019: Atlantic Airways skrivar und­ir sáttmála um seinna Airbus 320­neo flogfarið, felagið fer undir at flúgva til franska høvuðsstaðin Par­ís, og felagið setir met við ferð­a­fólka­tal­ið, tá 336.000 fólk flúgva við før­oyska flogfelagnum.

 

2020 og 2021: Korona rakar, og legg­ur flogferðslu lamna kring allan heimin.

 

Seks British Aerospace flogfør hjá Atlantsflog á fløgvøllinum í Vágum