Sært tú mynd, sum er tikin út eftir Árnafirði, kennist tú skjótt við umhvørvið. Fjørðurin er rættiliga eyðkendur og líka sum fevnir bygdina á eystara armi – við hugnaliga sandinum innast á víkini.
Sandurin dregur nógv avbygdarfólk til sín teir góðu dagarnar um sumrarnar, og slíkar dagar er rættiligt lív í. Nú bygdin seinni í ár fær nýggjan tunnil, er væntandi, at tey, sum vitja, gerast enn fleiri í tali.
Nakað, tú ikki visti, tá tú vitjaði bygdina mánadagin í hesi vikuni, er, at her eru fleiri nýggj summarhús dygst við sjóvarmálan, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein.
Summarhúsini eru bygd sum neyst, og hetta er ein møguleiki, sum byggisamtyktin hjá Klaksvíkar kommunu rúmar, tá pláss er gjørt fyri báti í niðastu hæddini. Oyndarfjørður hevur altíð verið ein partur av Klaksvíkar kommunu.
Hin 1. februar í ár búðu 65 fólk í Árnafirði, og hetta er ein minking á trý fólk í mun til somu tíð undanfarna ár. Fólkatalið er eins og í flestu øðrum smábygdum støðugt minkað síðan seinnu hálvu av 1900-talinum.
Høgu fjøllini gyrdu Árnafjørð inni í øldir, men hetta broyttist, tá bygdin fekk berghol, sum varð tikið í nýtslu í 1967. Men, tíðin stendur ikki í stað, og nú samferðslukervið um landið er vorðið meira tíðarhóskandi, var tíðin eisini komin at byggja nýggjar tunlar Norður um Fjall.
##med2##
Landnámsbygd
Sagt verður um Árnafjørð, at hetta er landnámsbygd frá tí tíðini, tá norðmenn settust niður í Føroyum. Í kunningartalvu, sum sæst, tá tú kemur til bygdar, verður sagt, at norski arvurin speglast í bygdarnavninum, tí Arnefjord er at finna í Noregi og á vesturlandinum í Íslandi, har norðmenn eisini settust niður.
Í kunningini verður sagt, at sonevndu katlarnir, sum eru oman fyri Árnafjørð, eru landafrøðiligur miðdepil í Norðoyggjum. Her varð vártingið í Norðoyggjum eisini hildið fram til 17. øld, tá tingstaðurin flutti yvir í Vág, sum Klaksvík tá varð rópt.
Slær tú orðið “katli” ella “køtlum” upp í orðabókini, verður víst til orðið ketil, og her verður eisini sagt, at orðið kann merkja “rund lægd í lendi”.
Um tingstaðin í Árnafirði verður sagt, at sýslumenn og dómarar sóu yvir fjørðin, tá teir avgjørdu lagnuna hjá teimum ákærdu. Dómarnir kundu vera harðir, og tingbøkurnar vísa, at seinasti deyðadómur í Køtlunum fall í 1593.
Í hugnaligu bygdini í dag er torført at fáa hugasamband við hesar hendingar, sum fóru fram í fornari tíð. Árnafjørður toyggir seg frá sandinum, har Stórá rennur út í fjørðin og yvir eystara arm á fjørðinum, har nýggi parturin av bygdini er heiman fyri Breiðá.
##med3##
Í søgu og sagnum
Ymiskar sagnir eru knýttar til Árnafjørð, og ein er um risasporið í Tungánni. Sporið í ánni kom, sigur søgnin, tá ein risi royndi at leypa millum høgu fjallatindarnar oman fyri Árnafjørð. Sagt verður, at lopið miseydnaðist, og tí setti risin annan fótin niður í Tungá beint niðan fyri vegin.
Gitt verður, at risasporið í Stórá, sum sæst niðan fyri hylin í Lítlafossi og sum er minni enn sporið í Tungánni, kom tá kellingin leyp í hølunum á risanum.
Áðrenn vit sleppa søguliga partinum um Árnafjørð, kunnu vit nevna úr søguni um Barbusteinar og Barbholu.
Barbusteinar eru tveir stórir steinar á eystara árarbakka við Stórá. Steinarnir hvíla móti hvørjum øðrum, og undir sær skapa teir eina holu, sum kallast Barbholan.
Søgnin sigur, at gangakellingin Barbara við Kvíggjá úr Sumba fann sær lívd í Barbholuni á vegnum heim, eftir at Guttormur í Múla hevði smurt hana av í gandi norðuri í Múla.
Barbara við Kvíggjá man hava havt brúk fyri hvíld, tí tað sigst, at Guttormur í Múla gandaði hana fasta við bríkina, har hon nærum varð stokt. Síðan setti hann hana fasta á mønuna og gandaði fram kavarok av landnyrðingi.
Men, alt hetta er bara sagnir.
##med4##
Kirkjan kom í 1937
Áðrenn kirkjugarðurin í Árnafirði varð vígdur í 1929, vórðu kistur við líkum førdar sjóvegis yvir á Borðoyavík ella bornar um fjallið til Klaksvíkar, har tey deyðu vórðu jarðað.
Tey, sum ikki megnaðu at ganga allan teinin, søgdu teimum deyðu farvæl við Líkstein, áðrenn tey vendu oman aftur í bygdina.
Langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík, var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar í august 1932 sendu umsókn til løgtingið um studning til at byggja kirkju.
Kirkjan í Árnafirði varð vígd hin 10. oktober í 1937, og tað var J. Dahl, próvstur, sum helt vígslutaluna. Kirkjan fekk stóran skaða, tá ein mina undir seinna heimsbardaga rak á land í bygdini og sprongdist.
Skaðin á kirkjuna varð skjótt umvældur, men hyggur tú gjølla, sæst framvegis eitt lítið hol í kirkjuhválvinum, sum kom, tá spreingingin sendi eitt rekatræ upp í loft og niður gjøgnum kirkjutekjuna.
Spákaðu í bygdini
Mánadagin í vikuni, tá vit vitjaðu í Árnafirði, kendu vit ikki gomlu sagnirnar.
Vit spákaðu eina góða løtu í bygdini, millum gomlu úthúsini, hugdu í reinu áirnar, vitjaðu niðri á hugnaliga sandinum, og meðan vit vóru í Árnafirði, tóku vit eisini nakrar myndir, ið vit prenta saman við hesi greinini, sum er eitt kut úr søguni og sagnunum um Árnafjørð.