Sodoma funnið

Ein amerikanskur fornfrøðingur heldur seg hava funnið Sodoma og Gomorra - býirnar sum Gud sambært 1. Mósubók legði í oyði við svávili og eldi. Tíðindini koma frá norsku kristiligu tíðindastovuni.

Í nýggjari tíð hevur óvissa verið um, hvar býirnar hava ligið, men nú verður hildið fyri vist, at teir hava ligið í oyðimarkarlandslagnum við Deyðahavið. Í nøkrum húsatoftum, sum bera boð um, at ein býur hevur verið á staðnum, funnu fornfrøðingar klettar, sum vísa seg at vera av reinum svávili.