Sodavatn er IKKI heilsuskaðiligt

   

Einar Waag
Föroya Bjór
???????????

Hans Pauli Strøm sigur í Sosialinum 12.10. at sodavatn er heilsuskaðligt, og flokkar tað saman við tubbaki.
Alt gott um at landsstýrismaðurin ger eina fólkaheilsuætlan, og rennur fremst í einum átaki fyri at fáa fólk at røra seg meira, hetta er gleðiligt og tiltrongt. Men hetta gevur honum ikki rætt til at kalla okkara vørur heilsuskaðiligar sum tubbak.Vit á Föroya Bjór átala hetta harðliga.
Pál Weihe, arbeiðs-medi-cinari, váttar uppá fyrispurning, at sodavatn ikki er heilsuskaðiligt fyri ungdóm og fólk sum klára at forbrenna tað, tey eta og drekka.
Yvirforbrúk av sodavatni (og sukri) kann gerast skaðiligt fyri vandabólkar sum ikki fáa nokk motión, men bert sita framman fyri eini teldu ella sjónvarpi. Tá kann ovurnýtsla elva til fiti.
Vit vilja eisini her afturvísa pástandin hjá H.P. Strøm, at tað ætlaða avgjaldið ikki skal roknast sum "heilsuavgjald". Um neyðugt kunna vit skjalprógva hetta við almennum innliti í arbeiðsskjølum frá landsstýri, fíggjarmála-ráði og almanna- og heilsuráði, har sagt verður m.a. :?."ynskti landsstýrið at vita hvørjir møguleikar eru at økja um inntøkur landskassans umvegis sokallaði heilsugjøld."??
Avnoktanin av heilsugjaldinum kemur helst av, at vit krevja út frá einum heilsusjónarmiði, at sukurfrítt sodavatn og apollinaris sleppa undan punktgjaldi. Um punkgjald verður álagt ,skal vandabólkurin (og diabetikarar) sjálvandi ikki eykaskattast.
Meir um hetta seinni.