Seinastu nógvu árini hava føroyingar fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi, og meðan føroyingar vilja halda fram við at fiska eftir búrfiski, vil ES banna allari veiði eftir djúpfiskaslagnum. Fiskiskapurin eftir búrfiski er fevndur av yvirskipaðu samtyktini fyri fiskiskap eftir djúphavsfiskasløgum, sum semja er um at leingja fyri 2018.
Vit hava nakrar ferðir hoyrt um roktúrin á búrfiskaveiði hjá Boðastein í 1998, tá skipið landaði dýrastu ísfiskalast, sum nakrantíð var landað í Føroyum. Eftir bert fýra fiskidøgum norður úr Asorunum, fekk skipið, sum tá var heimahoyrandi í Fuglafirði, millum 240 og 250 tons av búrfiski, sum teir seldu á Tvøroyri fyri umleið 3,5 miljónir krónur.
Tað er langur vegur á leiðirnar norður úr Asorunum, og nevndi túrur hjá Boðasteini vardi í 12 dagar, sum tó ikki er stórt meira, enn ein vanligur ísfiskatúrur undir Føroyum plagdi at vera. Men, fyri manning og reiðarí var hetta ein minniligur ísfiskatúrur - ja, ein rættiligur roktúrur av teimum heilt stóru í føroyskari ísfiskavinnu.
Tað var Kristian Martin Petersen í Fuglafirði, sum avroknaði manningina fyri nevnda búrfiskatúr í 1998. Hann sigur, at manningarparturin fyri túrin var umleið 110.000 krónur.
- Men, við búrfiski var tað altíð sum at fáast við lottarí, og tað var stutt millum susses og fiasko. Eg meini bestemt, at longsti túrurin hjá Boðasteini var 27 dagar, og tá skipið kom heim aftur av leiðunum við Asorurnar, var einki at avreiða - 0 kilo og 0 krónur.
Kristian Martin Petersen, sum í dag er reiðari á línuskipinum Sandshavinum og skrivari í Felagnum Línuskipum, vísir á, at soleiðis kundi tað ganga við fiskiskapi tá - og hetta er framvegis galdandi í dag.
- Fyri fáum døgum síðan var ein yvirskrift her um leiðir, at eitt línuskip gjørdi ein roktúr undir Føroyum. Eg prátaði við sama skip nú í kvøld, og nú fáa teir ikki vektina í agni aftur í dag, sum skiparin tók til. At kanna sær bitan av livandi fiski hevur altíð verið og fer altíð at verða svikaligt, sigur Kristian Martin Petersen.