Jón Absalon Østerø er formaður í Norðoyar Frítíðar-og Ítróttarráði, stytt NFÍ. Hann situr sum formaður á triðja ári, men hevur verið í nevndini í eini fimm ár. Tað er NFÍ, ið samskipar norðoyastevnu, sum verður hildin fyrsta vikuskifti í juni.
Soleiðis er eisini í ár, nú norðoyastevna - sum hin fyrsta føroyska summarstevnan - verður hildin næsta vikuskiftið. Tað er eisini her, at fyrstu stigini í FM-kappróðrinum fara at rulla.
Jón Absalon Østerø sigur, at tað er Klaksvíkar Kappróðrarfelag, ið tekur sær av øllum á bryggjuni, og tað er eisini onkur, ið tekur sær av eitt nú dansitiltøkum á stevnuni.
- Leygarkvøldið verður nevniliga stórdansur við Jens Marna Band í KÍ-høllini, og tá verður roknað við nógvum fólki.
Formaðurin í NFÍ sigur, at nevndin annars tekur sær av mongum ymiskum uppgávum, og tað er nógv, sum skal fáast at hanga saman - og at sampakka, áðrenn stevnan byrjar.
- Í stuttum kann eg siga, at okkara uppgávur - út yvir at samskipa - eisini fevna um kyndlar til skótar og fýrverk, sum verður skotið um middnáttarleitið leygarkvøldið.
Hann vísir á, at skótar fara at ganga við kyndlum heim í Vágstún leygarkvøldið, og tá teir eru komnir yvir hagar, fer Jógvan við Keldu at halda røðu. Eftir røðuna verður fýrverk, og tá fýrverkið er skotið, verður midnáttarsangur.
- Vit hava fingið ein stóran flytibil, har nakrir harmonikuleikarar og sangarar fara at spæla og syngja fyri til midnáttarsangin. Hesi fara líka sum at stýra og skipa fyri sanginum.
Hann sigur, at sunnudagin verður eisini skrúðgonga úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún, har nýggi skúlastjórin á samanlagda skúlanum í Klaksvík, Vagn Foldbo, fer at halda røðu.
- Jú, vit gleða okkum øll til norðoyastevnu, og eg haldi, at tað hevur eydnast okkum at skipa eina góða, áhugaverda og fjølbroytta skrá fyri norðoyastevnudagarnar, sigur Jón Absalon Østerø, formaður í Norðoya Frítíðar-og Ítróttarráði.