Loksins kann Flogbóltssambandið seta punktum fyri aðalfundinum, sum uttan iva hevur verið ein av teimum drúgvastu í føroyskari fundarsøgu.
Fundurin varð í síni tíð niðurlagdur, tí einki evni var til formansvalið, eftir at Niclas Joensen hevði tikið seg aftur, men hetta eydnaðist so at finna eina loysn upp á fyri tveimum vikum síðani.
Nýggjur formaður verður Magnus Tausen. Hann hevur áður sitið í nevndini, og tí skal nýggjur nevndarlimur veljast. Hesin verður væntandi Kristianna Dam úr KÍF, sum er einasta evni, sum higartil hevur játtað at stilla upp.










