Í morgin klokkan 10 skipar Dugni saman við Listasavni Føroya fyri hátíðarløtu í Listaskálanum í sambandi við, at Kærleikskúlan 2011 skal avdúkast.
Kærleikskúlan 2011 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2011, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið ímyndar.
Á hátíðarløtuni fer stýrið fyri Dugna at heiðra eina fyritøku, ið er ein virðilig fyrimynd fyri, hvussu arbeiðsgevarar á ein góðan og uppbyggjandi hátt kunnu fáa fólk, ið bera brek, at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fer eisini at flyta fram røðu.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði kærleika og vinalagi. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur er akkurát eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt júst eins og hvørt barn á jørðini.
Kærleikskúlan 2011 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið, frá 30. november til og við 23. desember í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til fyrimuns fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika.
Í fjør gjørdi listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir kærleikskúluna, sum tíðindamaðurin, Snorri Brend, varð heiðraður við.