So var liðugt at telja í Florida

Í gjárkvøldið vóru tey í Florida loksins liðug at telja atkvøðurnar frá forsetavalinum, sum var týsdagin.

Endin varð, at Barack Obama fekk 74.000 atkvøður fleiri enn Mitt Romney. Tað svarar til, at munurin teirra millum var 0,9 prosent. Hevði hann verið minni enn 0,5 prosent, skuldu allar atkvøðurnar teljast eina ferð afturat.

Tað endaliga úrslitið í Florida ber í sær, at Obama fekk 332 valmenn, og at Mitt Romney fekk 206. Florida hevði 29 valmenn, so úrslitið har hevði onga ávirkan á, hvør vann valið.