So var G! aftur

Fyrsta kvøldið á G! Festivalinum riggaði væl

Tað var sum fyrr.

 

Trý ár eftir, at G! Festivalurin var hildin seinast, var festivalurin í Syðrugøtu aftur á skrá, og hann var til at kenna aftur frá fyrsta tóna. Tíbetur.

 

Órógvið hevur verið stórt kring føroysku tónleikatiltøkini, eftir at koronusmittan hevur lagt forðingar seinastu tvey árini. Nú verða tiltøkini hildin aftur, og tey skulu staðfesta seg av nýggjum.

 

Tað gjørdi G! Festivalurin á fyrsta festivalkvøldinum í trý ár.

 

Hóskvøldið á G! var áhugavert og lívligt, og fjøldin av fólki var stór.

 

Konsertir vóru á trimum pallum, umframt at serstøk skrá við tiltøkum var fyri fjósið. Festivaløkið var væl skipað við sølubúðum og annað, og fólk hugnaðu sær óført í góða veðrinum. Okkurt æl fór yvir festivalin, men tað hevði onga ávirkan á lagið.

 

Á Sandinum savnaðust nógv fólk til konsertirnar hjá Carlene Carter, Marius Ziska og Tessa, men lívligt var eisini kring hinar báðar pallarnar; á Spæliplássinum og í Grundini.

 

Carlene Carter sang fólksligan countrytónleik, Marius Ziska spældi sveimandi popp, og Tessa gav – serliga teimum ungu – frekt rapp.

 

Á Spæliplássinum legði Blátt Gras fyri við sínum eyðkenda stíli, og har kundu aðrar framfýsnar og frískar konsertir upplivast.

 

##med2##

 

Í Grundini høvdu tey sett kvøldið av til tungmálmstónleik. SIC hevði farvælkonsert, eftir at sangarin í bólkinum doyði í fjør, og Jón Aldará staðfesti seg aftur sum framúr rocksangara við bólkinum Iotunn.

 

Fyrsta kvøldið á G! var, sum G! eigur at vera, og nú bíða tvey kvøld fyri framman.