Hesa ferð vitjaðu kvinnurnar hjá VÍF, og líkt var til ein spennandi dyst millum tvey av liðunum, sum tykjast hava stórar ætlanir um at røkka finaluplássi í FM-kappingini.
Tað var Neistin, sum byrjaði betur, og størsta partin av fyrra hálvleiki hildu tær fast um eina hampuliga leiðslu. Men í seinna hálvleiki kom av álvara spenningur í.
Tað gingu ikki nógvir minuttir, fyrr enn Neista-venjarin kendi seg noyddan at taka time-out, tí VÍF brádliga hevði lagt seg á odda. Hetta bøtti um hjá vertunum, sum aftur vunnu seg framum, men tað eydnaðist ongantíð at slíta seg heilt leysar. Munurin helt sær støðugt millum eitt og tvey mál, og ein minutt undan dystarloki var enn einaferð bert tað eina á muni. Neistin megnaði tó at økja aftur, og so var lættin stórur, tá fyrsti sigurin á árinum var komin til høldar.
Birita Jacobsen, Eir Berg og Bára Hansen skutu allar fimm mál í part fyri Neistan. Hjá VÍF var Liljan Djurhuus besti málskjútti. Hon skeyt átta mál.
Neistin-VÍF 28-26 (14-11)










