So vann Fram aftur

SÍ og Fram spældu sera javnan og spennandi dyst í gjárkvøldið, har Fram vann eftir fimm óvanliga jøvn og spennandi sett.

SÍ og Fram møttust í gjárkvøldið í Sørvági. Júst hesi bæði liðini hava ikki havt ta bestu gongdina í seinastuni, men við einum sigri kundu bæði leggja seg undir liðuna á Mjølni á øðrum plássi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sera spennandi
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Dysturin var sera javnur og spennandi frá byrjan av. Fram, sum hevur tapt síðstu tveir dystirnar, var tó liðið, sum byrjaði betur. Eftir eitt javnt fyrsta sett megnaðu teir at draga longra stráðið, og at enda vunnu framarnir 23-25.
Í øðrum setti vendi gongdin. Enn einaferð spældu liðini eitt sera javnt og spennandi sett, men hesaferð var heimaliðið omaná. Teir kláraðu at berja seg til ein sigur, og enn einaferð gjørdist úrslitið 25-23.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dysturin avgerast við javnbrótara
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
So fór triðja sett í gongd, og nógv mundu ivast í, um hetta settið fór at gerast eins spennandi og hini. Men áskoðararnir blivu ikki skuffaðir. Enn einaferð fylgdust liðini væl at, og at kalla alt settið var gongdin jøvn. At enda var Fram aftur drúgvari, og settúrslitið var enn einaferð 23-25.
So skuldi SÍ út at vinan fjórða sett, um teir skuldu gera sær vónir um at vinna dystin. Og hetta megnaðu sørvingarnir eisini. Størsti munurin á liðunum var í fjórða setti, men synd er at siga, at munurin var stórur. Enn einaferð var næstan javnt ímillum liðini, men at enda drógu sørvingarnir frá og vunnu settið 25-22.
Nú mátti ein javnbrótari til, áðrenn ein vinnari kundi finnast, og hesin javnbrótarin gjørdist júst so spennandi, sum øll høvdu vóna. Liðið vóru púra jøvn, og móti endanum stóð enn á jøvnum 14-14. Men so dróg havnarliðið frá, og Fram vann síðsta settið 14-16, og harvið vunnu teir dystin 2-3.
Hetta var ein ótrúliga javnur dystur, og sigast má, at tað var næstan synd, at ein slíkur dystur skuldi finna ein vinnara, tí har var næstan eingin munur á liðunum.