So uppfunnu vit aftur tann djúpa talerkin

Helgi Abrahamsen

------

 

Norðurlond fara at samstarva meira úti í heimi og fara at hava felags sendistovur. Tað visti Útvarpið at siga týskvøldið 30. juni. Útvarpið segði eisini frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, at Føroyar kunnu fáa stóra nyttu av hesum samstarvinum.

 

Hetta eru gleðilig tíðindi, tí sjálvandi skulu vit samstarva við onnur, har tað kann gerast við fyrimuni.

 

Men fara vit bara tvey ár aftur í tíðina, so var støðan ein heilt onnur. Tá varð arbeitt við at opna eina føroyska sendistovu í Íslandi, og lagt varð upp til, at hon skuldi halda til á donsku sendistovuni í Reykjavík. Men av eini ella aðrari orsøk skapti hetta eina nationalistiska øsing í Føroyum. Tað mátti ikki henda, at føroyska sendistovan fór at húsast inni á donsku sendistovuni, tí har veittraði danska flaggið uttanfyri. Tað kundi heldur ikki góðtakast, at pláss varð givið fyri bæði føroyska og danska flagginum. Úrslitið varð, at landsstýrið mátti út í býin at leiga eina skrivstovu fyri nógvar pengar, bara fyri at sleppa undan tí danska flagginum. Hetta má vera toppurin av misskiltari nationalismu.

 

Eg havi ikki hoyrt nakað um, at Føroyar hava broytt politikk viðvíkjandi sendistovum, og tí gangi eg út frá, at tað sum hendi í Reykjavík fyri tveimum árum síðani, framvegis er galdandi. Tað vil siga, at um Føroyar skulu samstarva við onnur Norðurlond um felags sendistovur, so er tað framvegis ein treyt, at bara tað føroyska flaggið veittrar uttanfyri. Tað sigur seg sjálvt, at tá vit ikki kunnu vera í hølum í Reykjavík, har danska flaggið veittrar, so kunnu vit heldur ikki vera á sendistovum, har hini norðurlendsku fløggini eru í nærumhvørvinum.

 

Tað sama má sjálvandi eisini vera galdandi fyri ST og aðrar altjóða felagsskapir. Fáa Føroyar einaferð í framtíðini sjálvstøðugan limaskap har, so mugu øll hini fløggini takast niður. Hetta er føroysk nationalisma, tá hon er uppá tað allar besta.

 

Dupultstrategi

Føroyingar hava eina dupultstrategi hvat sendistovum viðvíkur. Við aðrari hondini stríðast vit fyri at steingja okkum sjálvi úti frá donsku ambasadunum, meðan vit við hinari hondini royna at opna fyri norðurlendskum samstarvi, og so rokna vit sjálvsagt við at fáa stórar fyrimunir afturfyri stríðið? Hvat vilja vit? Er samstarv gott ella er tað ikki gott?

 

Eg tosaði einaferð við ein fiskaseljara, sum hevði selt fiskavørur til fleiri fjarskotin lond. Onkurntíð høvdu trupulleikar stungið seg upp, og tá hevði hann vent sær til donsku ambasaduna í avvarandi landi. Haðani hevði hann hvørja ferð fingið ta hjálpina, hann hevði havt brúk fyri. Hetta hevði ikki verið ókeypis tænasta, men tænastan hevði verið pengarnar verd.

 

Men hvat kunnu tær føroysku sendistovurnar bjóða á tí økinum? Hava tær starvsfólk, ið hava royndir innan vinnuligt søluarbeiði, ella er hetta kanska ikki eitt av endamálunum við at hava sendistovur?

 

Hví skulu vit seta føroyskar sendistovur á stovn, um tænastan á donsku ambassadunum er bæði betri og bíligari? Og hví skulu vit hefta okkum at øðrum Norðurlondum, samtíðis sum vit ríva okkum leys frá at samstarva við tað Norðurlandið, sum vit hava drúgvastu royndirnar við? Hvussu ofta skulu vit uppfinna tann djúpa talerkin?

 

Eingin sjálvfylgja

Eg taki fult undir við tankanum um samstarv, og er tað so, at sendistovur eru eitt gott samstarvsøki, so latið okkum endiliga gera brúk av tí. Men fyrst av øllum eiga vit at gera upp við okkum sjálvi, hvat vit fáa í einum norðurlendskum samstarvi – bæði í mun til samstarvið við Danmark og í mun til okkara egnu sendistovur, og so eiga vit ikki at útiloka møguleikan fyri at steingja tær føroysku sendistovurnar, um tað vísir seg, at úrtøkan er ov lítil í mun til kostnaðin.