Klaksvík:
Leygardagin klokkan eitt var triðja altjóða talvkappingin, sum Rani Nolsøe skipar fyri, sett í býráðshøllini í Klaksvík.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur setti kappingina og flutti tann fyrsta leikin, sum staðfesti, at kappingin er byrjað.
? Føroyar eru eitt lítið land, og lítil lond hava tørv á stórum kunnleika, og tí er tað mær ein frøi at kunna verða við til at seta hesa talvkappingina, segði Eyðgunn millum annað í røðu sínari.
Hon segði eisini, at føroyingar eiga nøkur stór talent innan talvheimin, og tí heldur Klaksvíkar kommuna, at tað er av stórum týdningi, at føroysku telvararnir til tíðir møta størri avbjóðingum enn teir gera í vanliga gerandisdegnum.
Kappingin byrjaði so leygardagin, og heldur fram til komandi leygardag. Telvað verður í býráðshøllini.
Eftir trý umfør hevur sitandi føroyameistarin, Martin Poulsen, lagt seg á odda saman við svenska altjóða meistaranum, Emil Hermansson, sum samtundis er tann, ið hevur hægstu styrkistølini av luttakarunum í kappingini.
Martin og sviin hava tvey stig hvør eftir trý umfør. Tað vil siga, at Martin skal ogna sær fýra og eitt hálvt stig aftur at tey komandi sjey umførini fyri at kunna ogna sær ein IM norm.
Seks telvarar eru við. Tríggir útlendskir altjóða meistarar og tríggir føroyingar, og teir telva tvey talv móti hvørjum øðrum.