So tapti PSG

28 dystir skuldi ganga áðrenn nakar megnaði at knógva fronsku meistarunum.

Tað skuldi ganga einki færri enn 28 dystir áðrenn PSG mátti venda rygg til eitt tap í landskappingini hetta kappingarárið. Hetta var í kvøld, tá ið teir vitjaðu hjá Lyon.


Maxvel Cornet legði heimaliðið á odda 1-0 í 13. minutti, og fá sekund áðrenn hálvleiksfloytið økti Sergi Darder til 2-0 til Lyon, sum eisini var hálvleiksstøðan.


Lucas Moura minkaði um munin fimm minuttir inn í seinna hálvleik, men hetta var bara ikki dagurin hjá PSG. Lítið og einki riggaði, og teir taptu 2-1.


Hetta var sum nevnt fyrsta tapið hjá verandi meistarunum hetta kappingarárið, sum tó framvegis er greitt oddalið 23 stig frammanfyri nærmasta eltara, sum er Monaco.


Tapið í kvøld var teirra fyrsta í landskappingini síðani 15. mars í fjør.