So tapti Mourinho á heimavølli

Real Madrid tapti óvæntað í kvøld á heimavølli fyri Sporting Gijon. Tað er fyrsta tapi á heimavølli í 9 ár hjá José Mourinho. Barcelona vann tepurt. Ikki síðani 23. feburar 2002 hevur eitt lið hjá José Mourinho tapt á heimavølli í landskappingini. Tað var annars lítið, ið bendi á at so skuldi verða undan dystinum. Real Madrid hevði vunnið 14 teir seinastu heimadystirnar, meðan Sporting Gijon liggur í botninum. Men uttan Ronaldo, Karim Benzema og Marcelo megnaði Real Madrid ikki at bróta Sporting Gijon niður. Og tíggju minuttir fyri tíð kom so sjokkið. Angel De Las Cuevas Miguel legði Sporting Gijon á odda og Real Madrid megnaði ikki at svara aftur.

 

Barcelona var á torførari uppgávu á útivølli móti Villarreal uttan Xavi og Pedro, meðan Lionel Messi byrjaði á bonkinum. Villarreal hevði onkrar møguleikar at leggja seg á odda í fyrra hálvleiki, men Victor Valdés í Barcelona var stinnur. Barcelona skifti Lionel Messi inn í seinna hálvleiki, men tað var ein annar maður, ið stjól yvirskriftirnar. Miðverjin Gerard Pique gjørdist ?match vinnari? um miðjan seinna hálvleik. Jú okkurt hevur Shakira lært mannin hjá sær.

 

Barcelona liggur nú átta stig fremst í La Liga.