So tapti Mjølnir

Flogbóltur, kvinnur: Fyri fyrstu ferð í ár komu klaksvíkskvinnur út fyri tapi, tá tær um vikuskiftið vóru á Giljanesi og leikti móti Drátti, sum vann dystin 3-1

Dráttur-Mjølnir 3-1

(12-15, 15-12, 15-9, 15-13)


Endiliga eydnaðist einum liðið at vinna á Mjølnir. Tað hendi tá Dráttur um vikuskiftið vísti sína styrki á heimavølli við at vinna á liðnum, sum uttan iva kortini gerst meistari í ár. Tær eru so langt frammanfyri hini liðini, at tær skulu verða meiri enn klossutar, um tær spæla sær meistaraheitið av hondum.

Kappingarárið hjá Mjølni hevur higartil verði ein sonn sigursgongd frá dysti til dyst. Onkuntíð hevur eitt sindur av spenningi verið um úrslitið, men í síðsta enda hava Mjølnirkvinnurnar víst, at tær eru sera, sera stinnar.

Liðið er sera væl fyri, tí tær hava eina góða blanding av gomlum royndum leikarum og yngri kreftum. Tað at tær hava verið so langt frammanfyri hini liðini hevur gjørt, at allir leikararnir hava fingið leiktíð, og júst tað hevur sera stóran týdning fyri »marginalleikararnar«. Tað ger, at teir fáa neyðugu royndirnar tá tær verða settar á vøllin í torførum dystum.

Men hesar royndir vóru kortini ikki nóg mikið farna vikuskiftið. Dráttur er eitt sera sterkt heimalið og eisini tær hava eina góða blanding við nýggjum og góðum gomlum.

Tað skal so eisini sigast, at Mjølnir var ikki fullmannað tá tær fóru vestur, tí hvørki Helen á Lakjuni ella Margit Joensen vóru við. Hesar eru báðar við á stammuni og tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at klára seg tá tveir stammleikarar ikki eru tøkir.

Báðar hava tær drúgvar royndir, og tað var kanska júst hetta, sum gav Drátti yvirvágina. Men klaksvíkingar hava aðrar leikarar, sum kunnu fara inn og taka yvir. Tove Riksfjord gjørdi tað hon kundi, og tað gjørdi Anna Jacobsen eisini. Tað var bara ikki nóg mikið.


Ferð kom á Drátt

Eftir fyrsta sett var tó einki sum bar á tað borðið, at Dráttur skuldi koppa Mjølnir. Klaksvíkskvinnur vunnu fyrsta sett 15-12. Dráttur fylgdi væl við, men kortini høvdu tær trupulleikar at fóta sær tá tað ráddi, og tískil mistu tær stevið móti endanum av settinum.

Hetta var nóg mikið til at klakvíkskvinnur fóru frá teimum og vunnu settið.

Men vágakvinnur komu afturíaftur. Í øðrum setti, sum endaði við sama settmuni, bara til fyrimuns fyri vágakvinnum, hildu tær dampin uppi alla tíðina. Gerda Nattestad royndist sera væl saman við Herborg á Mýruni og tær áttu sín stóra leiklut í sigrinum hjá Drátti, sum annars var tryggjaður við góðum liðarbeiði.

Settið endaði sum nevnt við 15-12 sigri til Drátt so nú var spenningur í.


Enn betri spæl

Nú hevði Dráttur fingið blóð á tonna. Tær høvdu víst, at tær kundu fylgja Mjølni í meginpartinum av fyrsta setti og tær høvdu júst vunnið annað sett.

Tí settu tær ferðina upp og vístu enn betri spæl í triðja setti. Servurnar vóru harðar og neyvar og tað gjørdi tað trupult hjá Mjølni at fylgja við.

Álopsspælið virkaði eisini væl og tað gjørdi verjuspælið eisini. Eingin bóltur fór »ókeypis« og tað er gott tekin . Samanlagt var hetta nóg mikið til settsigurin og tað eydnaðist eisini. Úrslitið av hesum settinum gjørdist 15-9 og nú var Mjølnir í trupulleikum.

Hetta vóru vágakvinnur greiðar um, og tí settu tær enn meiri ferð á spæli. Tær hildu fram við hørðu og neyvu servunum, sum góvu klaksvíkskvinnum so stórar trupulleikar. Og smátt um smátt fór ein mynd at vísa seg, har Mjølnir fyri fyrstu ferð í ár fingu ein sannan avsmurning. Dráttur vann settið 15-3 og tað má verða langt síðan at Mjølnir hevur tapt so dyggiliga í einum setti.


Enn greitt fremst

Tað er tó neyvan hugsandi, at ósigurin hjá Mjølnir fer at steðga teimum í at vinna meistaraheitið. Tær eru trý stig frammanfyri nummar tvey, sum eru Dráttur og Fleyr, og tær hava leikt ávikavist tríggjar og tveir dystir færri enn tey bæði liðini hava.

Hjá Drátti var hetta tó kærkomin sigur í stríðnum fyri at tryggja sær heiðursmerkir. Nú eru tær veruligur kandidatur til silvurheiðursmerkini um úrslitini laga seg til teirra fyrimun.