Í fleiri umfør hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Ayr United í næstbestu skotsku deildini, og ikki hevur tað gingið minni væl hjá Jens Kristiani Hansen, føroyska landsliðsskiparanum.
Móti oddaliðið
Leygardagin leiktu teir á útivølli móti Raith Rovers, sum er millum liðini, ið stríðast fyri at flyta upp, og hesu ferðina máttu teir so taka til takkar við einum ósigri.
Fyrsta málið kom eftir brotssparki eftir 18 minuttir, ið stóðst av støðu, tá verjuleikari ikki fekk skallað bóltin nóg langt burtur.
Eftir hetta hetta hevði Ayr meginpartin av spælinum, men eftir hvat skilst, megnaðu teir so at siga ongantíð veruliga at hótta mótstøðuliðið, og ístaðin kundi Steve Tosh økja upp í 2-0 tveir minuttir eftir steðgin, eftir at málverjin hjá Ayr, sum verður tikin fram um Jens Martin Knudsen, mistók seg, tá hann skuldi sparka bóltin niðan á vøllin.
Vón fyri Jens Martini
Jens Kristian Hansen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, meðan Jens Martin sum vanligt var settur heilt uttan fyri hópin.
At Jens Martin als ikki er við í hópinum kemst tó einamest av, at tað einans er loyvt liðum í deildini at hava tveir skiftisleikarar á beinkinum, og aloftast velur venjarin at nýta hesar sessir til tveir útileikarar.
Møguliga er tó vón fyri framman hjá Jens Martini, tí sum skilst, so átti skotski málverjin sín stóra leiklut í seinna málinum hjá heimaliðnum, so møguliga er venjarin farin at umhugsa eitt skifti á hesum plássi.
Ayr liggur nú á einum sjeynda plássi, og sum støðan er nú er líkt til, at teir eisini fara at leika í næstbestu deildini komandi ár.