So tapti Arsenal

Premier League: Oddaliðið tapti móti kreppurakta Everton, Manchester United vann í undirtali og Liverpool fekk enn eina ferð bank

Sjey dystir í 21. umfari í Premier League hava verið í dag. Arsenal tapti fyri bara aðru ferð í hesum kappingarárinum, Manchester United vann, men fekk Casemiro útvístan og Liverpool tapti heili 3-0 móti Wolverhampton.

 

Everton er í sannari kreppu og liggur til niðurflyting. Tí bleiv Frank Lampard eisini koyrdur og kendi bjargingarmaðurin úr Burnley, Sean Dyche, tók í vikuni við. Hann stríddist til tað seinasta at fáa spælarar til felagið, men tá flytingarvindeygað lat aftur stóð hann við ongum.

 

Í dag fekk hann ein sigur í fyrsta dystinum, sum var móti ongum minni enn oddaliðnum Arsenal. Málið skoraði James Tarkowski eftir hornaspark frá Dwight McNeil. Tveir spælarar, sum hava spælt undir Sean Dyche í Burnley.

 

Manchester United heldur fram við góðu gongdini seinastu tíðina. Hesa ferð vann Manchester United 2-1 á Crystal Palace. Bruno Fernandes og Marcus Rashford skoraði málini, men tað kom spenningur í, tá Casemiro bleiv útvístur fyri at taka um hálsin á einum spælara.

 

Liverpool er í einari fultkomnari kreppu og tað sást aftur á úrslitinum í dag. 3-0 til Wolverhampton, sum enntá kundi havt skorað fleiri mál.

 

Premier League 21. umfar:

 

Fríggjadagin:

 

Chelsea – Fulham 0-0

 

Leygardagin:

 

Everton – Arsenal 1-0

 

Wolverhampton – Liverpool 3-0

 

Manchester United – Crystal Palace 2-1

 

Brighton – Bournemouth 1-0

 

Brentford – Southampton 3-0

 

Aston Villa – Leicester 2-4

 

Newcastle – West Ham

 

Sunnudagin:

 

Nottingham Forest – Leeds United (14.00)

 

Tottenham – Manchester United (16.30)

 

1Arsenal20162245:1750
2Manchester City20143353:2045
3Newcastle20109133:1139
4Manchester Utd20123532:2539
5Tottenham21113740:3136
6Fulham2295832:3032
7Brighton1994637:2731
8Brentford2079432:2830
9Chelsea2186722:2130
10Liverpool1985634:2529
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace2066818:2724
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15Leeds1946926:3318
16West Ham20531217:2518
17Everton21461116:2818
18Wolves20451112:3017
19Bournemouth20451119:4217
20Southampton20431317:3515