- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll fiska upsa uttan trý sum fiska gulllaks. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Partrolarapørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at partrolararnir, umframt upsa, eisini fáa nakað av toski og longu sum hjáveiði.
- Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Hann kemur helst inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur. Onkrir djúpvatnstrolarar fara helst út aftur í næstum.
Fýra trolbátar fiska norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu. Allir koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni sum kemur. Restin av trolbátunum liggja við bryggju.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og annað skipið kemur inn at landa mánadagin. Hitt landar helst síðst í vikuni. Eitt garnaskip er eisini á havtaskuveiði og kemur helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
.