ILA-sjúkan
Í Sosialinum í gjár segði stjórin í partafelagnum, Luna, sum hevur alibrúk á
Gøtuvík, at sterkur illgruni er um, at alibrúkið hjá teimum er rakt av herviligu
ILA-sjúkuni.
Atli upplýsti, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið royndir í ringunum,
men at úrslitið ikki var greitt, tá ið blaðið tosaði við hann.
Stjórin í Luna væntar annars tey ringastu boðini, nevniliga at ILA-sjúkan nú
eisini verður staðfest á Gøtuvík.
Á Lambavík er smittan staðfest fyri fleiri mánaðum síðan, og hugsandi er, at
hon er borin hiðani.
Sosialurin royndi at fáa fatur á Atla Gregersen í gjár, men hann var á fundi.
Vit høvdu bróðurin, Páll Gregersen, í telefonini, men hann helt tað ikki vera
rætt at úttala seg, tá ið Atli hevur ábyrgdina av alingini.
Tó skiltist á Pálli, at lítil og eingin ivi er um, at ILA-sjúkan nú eisini er
komin á Gøtuvík og hevur rakt alibrúkið hjá Luna.
Kenslur og taknar
Tá ið munn-og kleyvsóttin herjaði í Bretlandi, var nógv frammi um, hvussu sjúkan
rakti heilar bóndagarðar og familjur. Garðar, sum familjur høvdu bygt upp
gjøgnum mong ár, endaðu í royki, tá ið øll kríatúrini vórðu brend á stórum báli,
sum logaði í fleiri dagar. Eitt lívsverk fór upp í royk. Onkur hundur og kanska
okkurt annað tvíføtt kríatúr gekk eftir á garðinum, tá ið menn komu at
sóttreinsa bygningar og amboð. Ein syndarlig sjón.
So galið er nú ikki við føroysku alivinnuni, hóast hon hevur fingið ILA-sjúkuna
at dragast við, men løgið skal tað vera, um kenslurnar ikki líkjast teimum hjá
bretsku bøndrunum.
Vit fara í einum seinni blaði at tosa við alarar um hesa herviligu sjúku, sum
nú sær út til at fara at raka flestu alibrúk í landinum.