Flaggdagsrenning
Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á flaggdegnum. Byrja verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.
Tilmeldan
Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll ? skjót og minni skjót, ung og eldri ? eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1989 ella seinni, renna umleið 1,8 km.
Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar - kappingin er tann fyrsta í árligu Grand Prix renningini ? er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o. t., nevnd firmakapping.
Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v. m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liðið, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki, tó skulu kvinnur og menn luttaka á hvør sínum liðið.
Sum nakað nýtt ætlar Bragdið, at býta renningina fyri vaksnu einstaklingarnar í tveir aldursbólkar. Talan er um:
?Bólkur 45 ár og eldri, fødd í 1956 ella fyrr
?Bólkur 44 ár og yngri, fødd í 1957 ella seinni
Hetta skuldi givið størri spenning, og vónar Bragdið, at hetta fer at fáa enn fleiri miðaldrandi og eldri kvinnur og menn at luttaka.
Eftir at komið er á mál fáa luttakararnir frugt og Poptop. Stuðla hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen og MBM.
Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul hjá Bragdinum er P/F Føroya Shell.
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og kr. 30 fyri børn. Um luttakandi ynskja at gerast limir í Bragdinum, er eisini møguleiki fyri tí ? og tá við samlaðum avsláttri.
Síðsta freist at melda til Firmakappingina er tann 22.04 meðan síðsta freist hjá einstaklingunum er tann 23.04. Sí annars lýsing hesum viðvíkjandi aðrastaðni í blaðnum í dag.
Vanliga luttaka gott 200 fólk ? metið er 230 luttakarar - og er kappingin tí tann størsta av sínum slag í Føroyum. Í Bragdinum vóna tey sjálvandi, at árið í ár ikki verður nakað undantak í so máta. Heldur tvørtur ímóti.










