So siga tey um forsetavitjanina

Prát við:
BjarnaDjurholm, landsstýrismann í vinnumálum
Jóannes Eidesgaard, løgmann
Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektør
Johannes Jensen, stjóra á Hotel Føroyum

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum:

Íløgan kemur fleirfaldað aftur

Bjarni Djurholm hevur ilt við at trúgva tí, tá vit siga honum, at Bill Clinton kemur til Føroyar. Men tá hann verður sannførdur um, at vit ikki arga, sigur hann, at hetta er eitt ómetaliga gott høvi hjá Føroyum profilera okkum vinnuliga
- Hetta er avgjørt nakað, sum setir Føroyar á heimskortið. Tí er tað ein upplagdur møguleiki at marknaðarføra okkum úti í heimið, sigur ein sera fegin Bjarni Djurholm. Hann heldur, at føroyskt vinnulív fær fleirfaldað meira inn av einari tílíkari vitjan, enn hon kostar.
- Hetta fer at gagna føroyskum vinnulívið í nógv ár framyvir, staðfestir hann.
Uppá spurningin um, hvat Bjarni Djurholm heldur vit kunnu vísa Bill Clinton, sigur hann, at vit hava nógv at vera stolt av.
- Tað gongur væl búskaparliga og vinnuliga, og samstundis hava vit eina góða sosiala skipan. So vit hava onga orsøk at smæðast, sigur Bjarni Djurholm.

---

Jóannes Eidesgaard, løgmaður:

Clinton er ein fantastiskur røðari

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fekk boðini um at Clinton kemur til Føroya tíðliga í morgun. Hann heldur tað verða sera áhugavert, at Vinnuhúsið hevur megnað at fáa Bill Clinton hendan vegin. Og hann ynskir Vinnuhúsinum hjartaliga tillukku við tí.
- Eisini verður forkunnugt at sleppa at hoyra Hans Blix í sambandi við kríggið í Irak, sum vit hava havt eina serliga støðu til, sigur løgmaður.
Hann heldur, at vitjanin fer at geva Føroyum stóran fyrimun og nógva umrøðu víða um.
- Clinton verður mettur at vera millum teir stóru amerikansku forsetunum. Tí er hetta er eitt gott tekin um, at vit eru komin við í altjóða samanhang. Annars hevði hann ikki ómakað sær við at komið hendan vegin, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann hevur áður hoyrt Bill Clinton røða, og heldur hann vera ein ómetaliga karismatiskan mann við nógvum áhugaverdum sjónarmiðum.
- Fyrst og fremst er tað spennandi at hoyra, hvussu hann sær heimin. Og so verður tað eisini stuttligt, nú konan stillar upp til forsetavalið, og Hvítu Húsini kanska lata dyrnar upp aftur fyri Clinton hjúnunum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, við Sosialin.


--

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins:

Upplagt til branding av Føroyum

Høgni Hoydal er, umframt løgtingslimur fyri Tjóðveldisflokkin, eisini útbúgvin innan kunning og samskifti. So Høgni sær stórar møguleikar við einari slíkari vitjan, bæði fyri politisku skipanina og í sambandi við branding av Føroyum sum heild.
- Tað er ikki minni enn eitt bragd av Vinnuhúsinum at fáa tílíkar persónligheitir hendan vegin. Um vit bera okkum rætt at, so síggi eg óavmarkaðar møguleikar við vitjanini, sigur Høgni Hoydal, sum eisini vónar, at hon kann hava við sær, at føroyskir politikarar fáa eyguni upp fyri øðrum enn tí heimliga. Eisini tí Hans Blix verður við í fylginum.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit eiga at brúka vitjanina til at marknaðarføra Føroyar, og tí eiga vit eisini at skipa fyri fleiri uttanum tiltøkum í sambandi við vitjanina. Tiltøk um evni, sum vit ynskja meira fokus á, sigur Høgni Hoydal. Hann vónar, at altjóða fjølmiðlar fara at koma við hendan vegin, so teir kunnu vera við til at varpa ljós á Føroyar.
- Myndir av honum í ávísum samanhangi hava ómetaliga nógv at siga, og kunnu verða nýttar til at seta fokus á nærum hvat sum helst, sum vit meta hevur tørv tí. So setið hann saman við skúlabørnum ella takið eina mynd av honum uppi á Slættaratindi, skoðandi yvir oyggjarnar, sigur Høgni Hoydal, eitt sindur skemtandi, men tó í álvara.


--


Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur:

Trygdin verður í hásæti

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við Sosialin, at løgreglan fekk fyrispurning um vitjanina fyri einum mánað síðani ella so.
- Fyri okkum er hetta bara ein uppgáva, og vit fara at gera alt til, at trygdin verður í hásæti. So hóast uppgávan bæði er avbjóðandi og spennandi, so mugu vit onki siga um, hvussu trygdin fer at vera skipað, sigur Jón Klein Olsen. Hann dugur tó ikki at ímynda sær, at alvápnaðir hermenn ella politistar fara at standa kring landið.
- Vit hava ávísar mannagongdir, sum vit halda okkum til í sambandi við tílíkar vitjanir. Vit hava fleiri ferðir vart eitt nú drotningina, heimskend fótbóltslið og framstandandi politikarar, so hetta er ikki heilt óvanligt í okkara verð, sigur hann.
Spurdur, hvussu vanligi føroyingurin fer at kenna á sær, at trygdin skal vera í topp, sigur hann seg rokna við, at tað kanska verður okkurt, sum fólk ikki sleppa, umframt at ferðslan helst fer at vera tarnað nakað hendan dagin.
- Vit skulu ikki forða honum, men verja hann, sigur Jón Klein Olsen, at enda.

--

Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum:

Clinton er vælkomin at sova hjá okkum

Skrivað hevur: Finnur Jensen

- Ein tílík vitjan gevur eina stóra profilering av Føroyum í ferðavinnuhøpi, sigur stjórin á Hotel Føroyum, Johannes Jensen.
Hann vísir á onnur dømi, tá kend tónleikanøvn og landslið koma henda vegin. Við í ferðahópinum eru ofta fleiri útlendsk tíðindafólk, sum gera innsløg og samrøður úr Føroyum.
- Sjálvandi er torført at seta krónur og oyru á virði á tílíkari profilering, men hon hevur uttan iva stórt virði.
Johannes Jensen vísir annars á eitt ítøkiligt dømi, tá Bill Clinton á síni vitjan í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani vitjaði Barresso-kaffistovuni at fáa sær ein heitan munn.
- Kaffimunnurin í Barresso hevði eitt øgiligt lýsingarvirði, sigur Johannes Jensen, ið ikki dylur yvir, at ein forsetavitjan á Hotel Føroyum hevði verið kærkomin.
- Vit hava eina løgmanssuitu, sum er. Men forsetar er eisini vælkomnir at sova har í nakrar nætur, leggur stjórin skemtiliga fyri.