Danska leikaraverkfallið er fyribils útsett til 6. september, og fyri fótboltshyggjaran merkir tað, at nú ber aftur til at fylgja gongdini í superliguni.
TV3+ boðar nú frá, at tey so sanniliga ætla at markera hetta, og sunnudagin senda tey sjey tímar av fótbólti. Kl. 13.30 verður lagt fyri við upptakt til OB-AGF. Hesin dysturin verður so varpaður beinleiðis kl. 14.00. Hareftir verður skift beint yvir til Brøndby Stadion, har Silkeborg er á vitjan, og eftir hetta er so tíð til Onside, sum hesaferð er eitt sindur longri, enn tað plagar at vera.
Og er fótbóltshungurin framvegis ikki mettaður, so er Onside after dark altso at síggja á Viasat Sport rásini kl. 20.30.
Kanska eru summi, sum longu vildu ynskt, at verkfallið fer at halda fram eftir 6. september....