Ein lottovinnari frá Thy hevur ikki latið seðilin inn, so nú rúka tær 7.961.281 krónurnar, sum seðilin annars var verdur. Vinnur tú í lotto er regulin tann, at tú skalt gera vart við teg, áðrenn eitt ár er umliðið. Og tað hevur ein vinnari frá Thy í Danmark ikki gjørt.
Harvið fær hann ikki tær smáu átta milliónirnar, sum seðilin var verdur.
Tað var 16. Januar í fjør, at ein spælari keypti ein lottoseðil, sum vísti seg at vera vinnara seðilin til 7.961.281 krónur. Trupulleikin er bert tann, at antin er seðilin burturblivin, ella hevur vinnarin bara ikki givið sær far um, at hann hevur nógv verda seðilin.
Undir øllum umstøðum er tað nú ov seint, um vinnarin finnur seðilin, tí nú er evstamarkið at heinta vinningin farið. Tað merkir so, at peningurin fellur aftur til Danske Spil, sum nýtir hann partvíst til rakstur og partvíst til vinningar.
Annars er líkt til, at ein lítil lottoøsing kann blíva í Danmark ? og harvið eisini í Føroyum ? tí fyri aðru ferð í rað var eingin vinnari til sjey røtt, og tí verður vinningurin komandi leygardag mettur til 27 milliónir krónur, skriva donsk bløð.










