Sevilla hevur í kvøld vunnið seg í finaluna í Europa League við 2-1 sigri á Manchester United. Sevilla er fimm-faldur Europa League vinnari og tað er met. Nú fara teir eftir sætta steypinum.
Tað var annars Manchester United, sum kom á odda longu í níggjunda minutti. Fyri 22. ferð í hesum kappingarárinum var talan um brotsspark, ið tað ikki kann kjakast um. Bruno Fernandes umsetti enn eina ferð til mál. Manchester United var greitt omaná og hevði fleiri stórar málmøguleikar, men serliga málverjin hjá Sevilla, Yassine Bounou, stóð væl.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði fyrrverandi Liverpool spælarin, Suso, eftir framúr uppspæl í vinstru. Bólturin bleiv sendur flatt innfyri og við aftara økið sendi Suso bóltin í málið. Tólv minuttir fyri sendi Jesus Navas bóltin innfyri úr høgru og innfyri kundi Luuk de Jong rímiliga lættliga prika bóltin í málið.
Eftir dystin vóru Paul Scholes og Paul Ince, báðir fyrrverandi miðvallarar hjá Manchester United, báðir samdir um at verja skuldi havt vart fyri innlegginum. Manchester United var leikliga omaná, men Sevilla vann dystin.
##med2##
Europa League hálvfinalur:
Sevilla – Manchester United 2-1 (1-1)
0-1 Bruno Fernandes, 9 br
1-1 Suso, 26
2-1 Luuk de Jong, 78
Sevilla: Bounou; Navas, Koundé, Diego Carlos, Reguilón; Banega, Fernando, Jordán (Gudelj 87); Suso (Vázquez 75), En-Nesyri (Luuk de Jong 56), Ocampos (Munir 56)
Manchester United: Romero; Wan-Bissaka (Fosu-Mensah 88), Lindelöf, Maguire, Williams (James 87); Fred; Greenwood (Ighalo 90+3), Bruno Fernandes, Pogba, Rashford (Mata 87); Martial
Mánadagin 17. august:
Inter Milan – Shakhtar Donetsk (20.00)