Eyðun Mohr Viderø
Hans Pauli er klagaður til Landsstýrismálanevndina fyri ov høga peninganýtslu í mun til játtan á fíggjarløgtingslóg ella aðrari játtanarlóg, soleiðis sum yvirskipað lóg krevur.
Ongin er í iva um, at Hans Pauli hevur játta hærgi nýtslu til tørvin á almanna- og heilsuøkinum, og ikki til sín sjálvs.
Nú síggjast í fjølmiðlunum uppgerðir yvir, hvussu nógv onnur landsstýrisfólk hava nýtt meiri enn játtað, men bert Hans Pauli verður "drigin í rættin"
Vit vita, at almannaøkið er rættuliga torført at fíggja neyvt. Nógv tær flestu útreiðslurnar eru lógarfestar, og tað ber illa til at steðga lógarfestum útreiðslum, um játtanin ikki røkkur.
Men! Hvussu neyvt eftirlit er við dagligu útreiðslunum, sum fara út av almannastovuni til ditt og datt, men kortini ikki lógarbundnar?
Eg havi nevnt tað í øðrum greinum: Hvussu ber tað til, at hesi so væl skúlaðu fólkini, ið verða sett í starv í almennu fyrisitingini sambært starvslýsingum: Hví eru fíggjarligu viðurskiftini ikki lýst fyri avvarandi myndugleika so hvørt, sum tað sæst, at játtanin ikki røkkur. Sum skilst, so fær Løgtingið einki at vita, fyrr enn roknskapurin kemur á borðið langt aftaná, at roknskaparárið er lokið!
Hví verða umbønir um eykajáttanir ikki umbidnar so hvørt, fíggjarjáttanin ikki røkkur?
Ella er nakar ræddur fyri, at neyvari eftirkanning av útgjaldingunum kundu gjørst keðiligar fyri onkran?
Tað vildi verið løgið, um Løgtingið noktaði at geva eykajáttan, um tað vóru tær lógarfestu útreiðslurnar, ið ikki nokk av játtan vóru fyri.
Málið er nevvan so einfalt, sum bert at ein landsstýrismaður má frá, ella verður sitandi!