So reyk hýsuprísur uppaftur

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á Fiskamarknaði Føroya í dag var rættiliga góður, 17,16 krónur fyri kilo. Í dag vórðu sløk 40 tons av fiski seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.

Sølan gav slakar 677.000 krónur tilsamans. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt upp á 17,16 krónur fyri kilo, sum er væl hægri prísur enn ein miðal søludag.

Størstu nøgdirnar í dag vóru toskur og hýsa, ávikavist 15 tons av toski og 10 tons av hýsu.

Mest var av toski 4, sum fekk miðalprísin 14,07 krónur fyri kilo.

Góð 6 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 15,28.

Besti miðalprísur fyri hýsu í dag var 17,06 krónur, sum var fyri 1000 pund av hýsu 1.

Hetta er rættiliga góður hýsuprísur.

Sløk 8 tons vóru eisini av svartkalva, sum fór fyri slakar 27 krónur í miðal fyri kilo.