Mikudagin skrivaði Sosialurin um, at forboðsskelti vóru sett upp í Havnadali, soleiðis at tað ikki var loyvi hjá reiðfólki at ríða niðan á Velbastaðháls, og harvið sleppa út í hagan.
Leiðin er nógv brúkt av reiðfólki, og tí stóðu tey spyrjandi, tá eitt skeltið brádliga var sett upp, sum forðaði teimum at ríða.
Leif Berg var ein teirra, ið harmaðist um hetta forboðsskelti, og hann skilti heldur ikki heilt hví tað var sett upp. Men nú er tikið niður aftur, og tað fegnast Leif Berg og fleiri við honum um.
Stjórin á Landsverkið tryggjaði sær, at skeltini vóru tikin niður og hann og Leif Berg hava avtalað ein fund, har viðurskiftini hjá reiðfólkunum skulu viðgerast.
Men nú ber so aftur til at ríða frá Havnadali og niðan á Velbastaðháls.