Í farnu viku var upptøkuroynd til nýggja X Factor kapping í Danmark. Og hóast nógv halda, at tíðin er farin frá kappingini, er undirtøkan millum sangarar sera stór.
Umleið 3500 fólk møttu, tá ið upptøkuroyndir vóru í Keypmannahavn og Aarhus – og tað eru 40 prosent fleiri enn í fjør.
Sum vanligt hava eisini onkrir føroyingar verið til upptøkuroynd, men enn er langur vegur til sjónvarpssendingarnar, sum byrja um ársskiftið.










