16. februar skal Manchester United á vitjan í Danmark, har teir á MCH Arena í Herning hitta FC Midtjylland í 1/16-finaluni í Europa League. Danska felagið hevur júst upplýst hvat tað kostar hjá útiáskoðarunum at síggja dystin, og tað hevur fingið øði í ensku fjeppararnar.
Teir fjeppararnir hjá Manchester United, sum ferðast úr Onglandi og skulu sita í útiáskoðarabólkinum, skulu gjalda heili 71 pund fyri atgongumerkið. Tað svarar til 711 krónur, og tað eru teir alt annað enn nøgdir við.
Prísurin á atgongumerkjunum er væl hægri enn tá ið Southampton var á vitjan í Herning í august í fjør, og marknaðarleiðarin í FC Midtjylland sigur seg skilja, um Manchester United-fjeppararnir eru argir um prísin.
- Eg skilji, at tað er dýrt hjá einum United-fjeppara at síggja Midtjylland-dystin, og at teir eru argir. Men soleiðis er tað. Vit eru í dysti við Manchester United um at spæla okkum víðari, og teirra umsetningur og sjónvarpspengar eru so ótrúliga nógv hægri enn okkara. Eg haldi at prísurin er rímiligur. Vit høvdu eisini selt øll atgongumerkini, um vit tóku tað tvífalda, sigur Jacob Jørgensen við Telegraph.