Hesi seinastu árini er prísurin á sethúsum og íbúðum rættiliga nógv hækkaður. Tað staðfestir Landsbankin í eini uppgerð. Men tað er rættiliga ymiskt, hvussu stór príshækkingin er í teimum ymsi økjunum í landinum.
Eyðvitað er tað serstakliga í Havn at prísurin á sethúsum er farin nógv upp, og miðalprísurin fyri eini hús í Havn er nú yvir 3,5 milliónir. Sostatt kosta eini hús 3,5 ferðir meiri nú enn tey gjørdu í 2000, ella fyri 22 árum síðani. Príshækkingin á íbúðum í Havn er líka stór og nú kostar ein íbúð ímillum tvær og 2,5 milliónir. Men tað hevur áður verið frammi, at fyri hvønn fermetur eru íbúðirnar nógv dýrari enn sethúsini.
##med2##
Talvan vísir eisini, hvussu stór príshækkingin er í teimum størru bygdunum og teimum smærru bygdunum og eisini har er stór príshækking.
Suðuroy og Sandoy eru í eini serstøðu, tí tað er framvegis har, at tað er nógv bíligast at ogna sær eini sethús. Fyri 22 árum síðani var miðalprísurin ein hálv millión, men nú er hann uppi á 1,25 milliónir.
Orsøkin til prísvøksturin er fyrst og fremst tí at eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið. Og høvuðsorsøkin til tann stóra eftirspurningin er, at fólkatalið er vaksið so nógv hesi seinastu árini.
Men ein onnur orsøk er eisini tann stóri búskaparvøksturin og tann lága rentan hesi seinastu árini. Men tað hevur eisini ávirkað prísin uppeftir, at vit hava fingið eina nýggja bygningsreglugerð ið kallast BK 17, og sum setur stór krøv til bjálving. Hetta ger tað væl dýrari at byggja - og tað drívur so eisini prísin á eldri húsum upp eftir, tí tey, sum ikki byggja, keypa eini eldri hús ístaðin.
Hóast bústaðarprísirnir eru hækkaðir nógv hesi seinastu 22 árini, er prísurin kortini lækkaður eitt sindur í øðrum árafjórðingi og í triðja ársfjórðingi í ár. Men kortini er miðalprísurin higartil í ár ikki lægri, enn hann var í fjør. Tó siga húsameklarar frá, at tað nú tekur longri tíð at selja eini hús í dag.












