So nær við og tó

Tað gekk akkurát ikki, tá EB/Streymur í kvøld spældi seinna dystin í Euro League kappingini í móti armenska Gandzasar seinnapartin. EB/Streymur tapti 0-2 og við einum útivallarmáli í dystinum í farnu viku, sum endaði 3-1 til EB/Streym, so hevur Gandzasar spælt seg víðari, tí mál á útivølli telja meiri enn mál á heimavølli.

 

EB/Streymur megnaði annars at halda tørn allan fyrra hálvleik, sum endaði málleysur. Í seinna hálvleiki gjørdist armenska trýstið tó ov stórt, og fekk Gandzasar tvey mál. EB/Streymur var undir stórum trýsti dystin á tamb, og í fyrra hálvleiki bjargaði Jonhard Frederiksberg á málstrikuni.

 

Kjansirnir hjá EB/Streymi vóru ógvuliga avmarkaðir, tí sundalagsmenn høvdu úr at gera við at verja borg. Men tað gekk tíverri ikki.

 

EB/Streymur var nógv skert undan dystinum. Marni Djurhuus, Egil á Bø og Pætur Dam Jacobsen vóru allir skaddir og spældu tískil ikki í dag. Haraftrat hevði Arnbjørn Hansen so mikið stóran trupulleikarar við baklærinum, at hann ikki kom á vøllin fyrr enn í yvirtíðini av dystinum.

 

EB/Streymur byrjaði annars dystin í dag soleiðis:

René Tórgarð – Jonhard Frederiksberg, Árni G. Olsen, Gert Åge Hansen, Leif Niclasen – Hans Pauli Samuelsen, Pauli G. Hansen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen, Arnar Dam – Levi Hanssen.