So nógvur upsi á línu er óhoyrt

Tað sigur gamli línuskiparin Jógvan Ingvard Olsen á Toftum

Í heyst hava línuskip, sum serliga hava roynt eftir longu og brosmu á djúpum vatni eystan fyri, fingið nógvan upsa á línu. Onkrar túrar hevur talan verið um fleiri túsund pund - ja, kanska upp ímóti helminginum av lastini. Soleiðis hevur okkurt línuskip fingið upp móti 40.000 pundunum av upsa á einum túri.
Línumenn siga, at tað er púrasta óvanligt, at upsi í slíkum nøgdum tekur á línu, samstundis sum trolmenn ikki fáa fatur á hesum fiskinum við botntroli, tí hann stendur uppi í sjónum.
Talan er um stóran og góðan upsa, sum línuskip hava fingið.
Jógvan Ingvard Olsen á Toftum er gamal og royndur línuskipari.
Hann sigur, at í hansara tíð sum skipari var hetta fyribrigdi við upsa á línu púrasta ókent.
- Eg kann minnast, at línubátur einaferð kom aftur av túri við eini 6.000 pundum av upsa, og tá var hetta óvanligt. Hinvegin er ikki óvanligt, at onkur upsi kemur á línu, men talan hevur ongantíð verið um nakrar nøgdir at tosa um. Fyribrigdi, sum línumenn siga frá í dag, er ikki hent áður í mínari tíð sum línuskipari, og eg veit einki um slíkt, sigur Jógvan Ingvard Olsen á Toftum.