Joe Biden hjá Demokratunum og Donald Trump hjá Republikanarunum stríðast um at gerast næsti forseti í USA. Fyri at verða valdur, skalt tú tryggja tær minst 270 av valmonnunum. Tilsamans 538 valmenn skulu veljast.
Endaliga uppteljingin av atkvøðum væntast at taka drúgvari tíð enn nakrantíð áður.
Tað er millum annað tí, at vegna koronukreppuna eru óvanliga nógar brævatkvøður, og tað er ymist frá stati til stat, nær brævatkvøðurnar í seinasta lagi skulu vera inni og hvussu tær verða taldar.
Her er fyribils støðan millum valevnini, sum støðan er sambært forsøgnum frá tíðindastovuni AP:
Donald Trump:
Tilsamans 213.
Býtt á hesar statir: Texas (38), Florida (29), Ohio (18), Tennessee (11), Indiana (11), Missouri (10), South Carolina (9), Alabama (9), Kentucky (8), Louisiana (8), Oklahoma (7), Kansas (6), Iowa (6), Mississippi (6), Utah (6), Arkansas (6), West Virginia (5), Idaho (4), Montana (3) North Dakota (3), South Dakota (3), Wyoming (3), Nebraska (4 ud af 5).
##med2##
* Joe Biden:
Tilsamans: 224.
Býtt á hesar statir: California (55), New York (29), Illinois (20), New Jersey (14), Virginia (13), Washington (12), Massachusetts (11), Maryland (10), Minnesota (10), Colorado (9), Connecticut (7), Oregon (7), New Mexico (5), Hawaii (4), Rhode Island (4), New Hampshire (4), Delaware (3), District of Columbia (3), Vermont (3), Nebraska (1 av 5).
Fleiri amerikanskir mðilar nýta forsøgnirnar hjá AP. Tær eru grundaðar á útrokning út frá atkvøðum, kanningum á valstøðum og vitan um, hvussu tað plagar at vera og onnur viðurskifti.
Tá útrokningarnar hjá AP vísa, at tað ikki er gjørligt hjá einum valevni at verða yvirhálað, verður viðkomandi útnevndur sum vinnari sambært forsøgnini.
/ritzau/