So nógvar pengar fær B36

Europa League-sigurin á OFK Titograd í kvøld var nógvar milliónir verdur.

Tað detta fitt av pengum í felagskassan hjá B36, nú teir í kvøld framdu eitt bragd í evropeiskum fótbólti við at varpa OFK Titograd úr Europa League. Talan var um 2-1-útisigur til B36, sum hevur við sær, at teir nú hava spælt seg víðari til 2. umfar í Europa League.


Les eisini: B36 framdi evropeiskt bragd


Feløgini fáa rindað eina upphædd fyri hvørt umfar teir spæla seg víðari til. B36 hevði longu fingið fitt av peningi fyri at vinna fyrsta undanumfar, og nú teir eru í øðrum umfari gjørdist upphæddin væl størri.


Fyri at vera við í fyrsta undanumfari fekk B36 1.639.248 krónur, og fyri sigurin ímóti St. Joseph's úr Gibraltar fekk B36 1.788.271 krónur afturat. Sostatt hevði B36 vunnið tilsamans 3.427.519 krónur undan dystinum í kvøld.


Við sigrinum á OFK Titograd í kvøld fær B36 1.937.293 krónur afturat. Tað merkir, at Europa League-luttøkan hjá B36 higartil í ár hevur givið felagnum góðar fimm milliónir krónur – nærri nágreiniliga 5.364.812 krónur.


Nú bíðar turkiska stórfelagið, Besiktas, í øðrum umfari, og helst kann B36 vænta sær fitt av peningi afturat fyri sjónvarpsrættindi. Kappingin á turkiska sjónvarpsmarkaðinum um at vísa fótbóltsdystir er nevniliga ikki heilt lítil.


B36 spælir fyrra dystin ímóti Besiktas á heimavølli 26. juli. Ólavsøkudysturin ímóti 07 Vesturi ólavsøkudag verður útsettur, tí B36 fer helst av landinum 28. ella 29. juli við kós ímóti Istanbul, har seinni dysturin ímóti Besiktas verður spældur 2. august.


Les eisini: Soleiðis fagnaði B36 sigurin