So nógvar milliónir hevur Johan vunnið

Eingin telduspælari í heiminum hevur vunnið meira pengar enn føroyski Johan Sundstein.

Føroyski Johan Sundstein vann í gjár stóru kappingina The International 2019 í telduspælinum Dota 2 saman við liðfeløgunum á liðnum OG, har hann eisini er liðskipari. Finaluna vann OG 3-1 á Team Liquid.

Teir á OG vunnu einki minni enn 104,4 milliónir krónur at býta ímillum sín, og hetta er størsti vinningur, ið er útgoldin í einum spæli sokallaða e-sport-heiminum.

Eftir kappingarsigurin er Johan Sundstein tann spælarin, ið hevur vunnið mest pengar í e-sporti yvirhøvur. Hann hevur vunnið 46,2 milliónir krónur tilsamans.

Á listanum við telduspælarum, ið hava vunnið mest pengar í telduspølum, sæst, at tað serliga eru nógvir pengar í Dota 2. Eisini eru nakrir spælarar frá eitt nú Fortnite, CS:GO og League of Legends.

Ein annar hálvur føroyingur er eisini á listanum. Tað er Lukas Egholm Rossander, liðskipari hjá danska CS:GO-liðnum, Astralis. Hann hevur vunnið tilsamans 8,79 milliónir krónur.

Listin við telduspælarum, ið hava vunnið mest pengar, sæst  HER.