Inni á heimasíðuni www.business-line.fo eru nógvir rokniskapir hjá partafeløgum í Føroyum. Er ein haldar av hesi skipan er lætt at fara inn og hyggja, hvat stjórarnir í teimum ymisku fyritøkunum tjena.
Hetta hava vit á Sosialinum gjørt.
Vit hava valt okkum 50 forvitnisligar fyritøkur og kanna, hvør stjórin er, hvat hann tjenar, hvussu nógv starvsfólk eru, ársins úrslit og eginpeningin hjá fyritøkuni.
Fleiri stjórar
Í seks av fyritøkunum, ið vit hava kannað, eru tað fleiri enn ein stjóri. ì Balslevs Timburhandli eru tað til dømis tríggir stjórar. ì hesum førum stendur samanlagda lønin hjá øllum stjórunum og hava vit tí deilt tað í trý og lagt tað inn í listan.
Tey flestu tølini eru frá 2004 eftirsum rokniskapurin fyri 2005 ikki er komin inn enn.
Hægst løntur
Bergur Poulsen, ið er stjóri á Havsbrún er hægstur á okkara lista.
Hann hevur starvast sum stjóri síðani 1995 og hevur 102 stavsfólk.
Eg eri nøgdur við mína løn. At siga naka annað hevði verið ein provokatión, sigur Bergur Poulsen, tá vit fáa fatur á honom á einum fundi í Norra.
Mín løn avspeglar tað úrslit sum fyritøkan hevur. Um vit hava eitt gott úrslit, metir nevndin, at eg eri verdur hesa lønina.
At hann hevur so høga løn, at hann er fremstur á hesum listanum, er ikki nakað, sum hann hevði gjørt sær nakrar tankar um.
Vit royna at geva fólki eina løn, ið ger at tey eru nøgd, og verða verandi í fyritøkuni, sigur hann.
Fáar kvinnur
Hesin listi avspeglar eisini hvussu tað stendur til við kvinnuumboðan í leiðsluni á fyritøkum. Fyrsta kvinnan á listanum er Laila Hentze, stjóri á Televarpinum, á 28. plássi. Hon forvann í 2004 450.000 krónur. Meir enn eina miljón minni enn hægst lønti maður á listanum.
Men allir stjórar tjena ikki nógv. Petur Mohr Reinert á Vikublaðnum hevði onga inntøku 2004 (hann er tó eisini eigari av móðurfelagnum, Petur og Petur), og Òli Svend Nolsøe hevði bara 91.800 krónur.
Eg eri stjóri í einari aðrari fyritøku eisini og har fái eg størsta partin av mínari inntøku, sigur hann um hesi tølini.
Notat:
Hesin listin vísur bara lønirnar hjá 50 tilvildarliga valdum stjórum. Nógvar fyritøkur liggja ikki inni á Business-line og hava vit tí ikki teirra tøl.
FelagÁrStjóriLön
Havsbrún2004Bergur Poulsen1.491,000
Statoil2004Niels Juel Nattestad1.159,000
Føroya Sparikassi2002Marner Jacobsen1.120,500
Føroya Sparikassi2002Bjarni Olsen1.120,500
Føroya kolvetni2004Nils Sörensen1.110,000
Føroya Tele2004Andras Róin1.076,000
Articon2004Jón Danielsen1.019,730
"5"2005Malan Fosaa969,000
Shell2004Hákun Djurhuus920,750
Sms2004Niels Mortensen913,500
Sms2004Hans Mortensen913,500
Atlantic Airways2004Magni Arge904,460
Smyril Line2004Jan S Walle887,040
Smyril Line2004Jóanes á Váli887,040
Elektron2004Niels Christian Nolsöe868,000
Balslevs Timburhandil & Byggibú_2004Bent á Lava846,230
Balslevs Timburhandil & Byggibú_2004Eydun Hansen846,230
Balslevs Timburhandil & Byggibú_2004Helgi Joensen846,230
Faroe Seafood 2004Meinhard Jacobsen841,000
Kaj Anthoniussen Tannlæknastova2004Kaj Anthoniussen780,000
Tjaldur2004Hans Andrias Dam773,480
JFK 2004Hanus Hansen730,800
Poul Hansen2004Høgni Hansen715,010
Kall2004Bjarni Askham Bjarnason648,000
Atlantic Petroleum2003Wilhelm E Petersen647,060
Fjar_ahús2004Óli Meinertsson Hansen645,000
SNG2004Carl á Lag609,000
Dimmalætting2004Hjalgrim Samuelsen583,000
Skemman2004Dan Hansen559,270
Hotel Føroyar2004Jóhannes Jensen548,100
Føroya Bjór2004Einar Waag540,460
Damfar2005Tummas Hanus Dam520,000
Team 852004Johnny Gaard508,440
Sosialurin2004Jan Müller468,640
Televarpi_2004Laila Hentze450,000
Rainbow seafood2004Regin Mikkelsen438,000
Reyni-Service2004Eivind av Reyni432,460
Reyni-Service2004Árni Rasmussen432,460
J&K Petersen2004Ragnhild A Petersen421,610
Inni2004Jónsvein L Mortensen410,860
Sansir2004Högni Rasmussen401,460
Leif Mohr2004Leivur Holm378,000
Sandavágs Timburhandil2004Albert Ari Thomassen363,000
Thor2004Hans Andrias Joensen310,300
Vágatunnilin2005David Reinert Hansen308,250
Flakavirki_ í Fuglafir_i2004Meinhard Jacobsen304,500
Poul Michelsen2005Sólrun Michelsen251,200
Hotell Hafnia2004Birna Gaard242,510
Hotell Hafnia2004Ása Johnsdóttir242,510
Krossbrekka2004Jákup Eli Steinbjörn Jacobsen240,000
J.F Kjølbro Heilsøla2005Jákup Mikkelsen224,320
Var_in2004Jákup Jacobsen220,000
Thomas Dam Heilsøla2004Jógvan Dam124,00
Hjá Fró_a2004Fródi Sigvardsen105,000
Restorffs Bryggjarí2004Óla Svend Nolsöe91,800
Palm Seafood2004Jóhannes Joensen64,000
Vikubla_i_2004Petur Mohr Reinert0,00