Tað nógv umtalaða HM-endaspælið í fótbólti í Russlandi í fjør var ein dýrur umgangur. Tað vísa tøl, sum nú eru gjørd upp og almannakunngjørd.
69,5 milliardir krónur. Tað var rokningin fyri at skapa karmarnar um HM-endaspælið, ið FIFA-forsetin, Gianni Infantino, segði vera tað besta endaspælið í søguni.
Tað er ovastin fyri fyriskipararnar, Arkady Dvorkovich, sum hevur kunngjørt hesa upphæddina eftir seinasta eftirmetingarfundin í Moskva í gjár. Tað skrivar russiska tíðindastovan, Tass.
Tað var ikki einans pengar, ið tað kostaði at skipa fyri HM-endaspælinum. Sambært Human Rights Watch, so kostaðu stóru byggingarnar eisini 21 mannalív í arbeiðsvanlukkum.
Sambært tølum hjá ferðamyndugleikunum í Russlandi, so vóru tað 2,9 milliónir útlendsk ferðafólk í Russlandi í sambandi við HM-endaspælið har í fjørsummar.
11 vertsbýir vóru í HM-endaspælinum. Teir vóru Moskva, Skt. Pætursborg, Sochi, Kazan, Saransk, Kaliningrad, Volgograd, Rostov-on-Don, Nizhny Novgorod, Yekaterinburg og Samara.










