So nógv kann Hans Andrias vinna

Føroyski pokerspælarin er væl við í kapping, har vinnarin fær yvir 10 milliónir krónur.

Føroyski pokerspælarin, Hans Andrias Midjord, luttekur í løtuni í PokerStars Championship, sum er ein stór kapping, ið verður fyriskipað í spanska býnum Barcelona.


Føroyingurin er komin somikið langt í kappingini, at hann er tryggjaður vinning. Í løtuni eru 159 spælarar eftir, og Hans Andrias er tryggjaður í minsta lagi 76.511 krónur.


Hans Andrias Midjord lá fyrr í dag ógvuliga frammaliga í kappingini, men seinastu løtuna hevur ikki gingið eins væl, og hann er nú í niðara endanum.


Vinningar í krónum


1. 10.504.500

2. 5.889.225

3. 4.127.300

4. 2.994.900

5. 2.368.802

6. 1.877.400

7. 1.437.850

8. 1.013.200

9. 774.800

10.-11. 648.895

12.-13. 579.610

14.-15. 518.520

16.-17. 457.430

18.-20. 396.340

21.-23. 335.250

24.-27. 277.885

28.-31. 237.655

32.-39. 202.640

40.-55. 168.966

56.-71. 135.515

72.-95. 115.400

96.-119. 99.681

120.-143. 85.079

144.-159. 76.511