So nógv fáa leikararnir

Yvirlit: Fleiri av leikarunum fáa eina lítla millión fyri at spæla Danmark til HM.

Við einum knúsandi 5-1-sigri ímóti Írlandi í Dublin fyrrakvøldið eydnaðist tað danska landsliðnum hjá monnum at spæla seg víðari til HM-endaspælið, sum verður í Russlandi næsta summar. At Danmark sleppur við til endaspælið kemur væl við hjá danska fótbóltssambandinum, DBU, sum fyri ómakin fær ímillum 60 og 70 milliónir krónur frá FIFA.


Ein partur av upphæddini verður býttur út til leikararnar, sum hava verið í hópinum í undankappingini. Upphæddirnar eru ymiskar og verða býttar út sambært sáttmála ímillum DBU og fakfelagið hjá donsku leikarunum, Spillerforeningen. Summir leikarar fáa upp ímóti einari millión, meðan serliga ein spælari fær væl minni, nevniliga 56.500 krónur.


Leikararnir fáa eitt bonus fyri at verða úttiknir, bonus fyri at vinna heimavølli, bonus fyri at fáa stig á útivølli, bonus fyri at spæla seg víðari og harumframt 1,05 krónu í part fyri hvønn áskoðara, sum er til heimadystirnar. Átta av leikarunum hava verið við í øllum dystunum í undankappingini, og harvið fáa teir mest møguliga bonus, sum er áljóðandi 879.026 krónur.


Sáttmálin umfatar allar leikararnar, sum hava verið í hópinum til galdandi dystir, og ikki einans teir, ið hava spælt inni ella fingið flestar minuttir. Tískil eru nakrir, ið ikki hava spælt serliga nógv, men hóast tað fáa eins nógv í bonus sum teir, ið hava spælt allarflestar minuttir.


Danska Ekstrablaðið hevur gjørt eina útrokning, sum vísir hvat hvør einstakur danskur leikari fær í samlaðum bonusi fyri at Danmark nú hevur spælt seg til HM-endaspælið í Russlandi. Útrokningin sæst niðanfyri:


879.026 kr.: Christian Eriksen, Thomas Delaney, Frederik Rønnow, Simon Kjær, William Kvist, Mathias Zanka Jørgensen, Lasse Schøne og Jannik Vestergaard


822.500 kr.: Nicolai Jørgensen


802.180 kr.: Andreas Christensen


800.026 kr.: Andreas Cornelius


799.141 kr.: Andreas Bjelland


740.915 kr.: Jonas Lössl


724.528 kr.: Riza Durmisi


722.295 kr.: Pione Sisto


664.526 kr.: Viktor Fisher


650.228 kr.: Yussuf Poulsen


643.295 kr.: Kasper Schmeichel


560.184 kr.: Lukas Lerager


548.728 kr.: Peter Ankersen


482.532 kr.: Kasper Dolberg


481.184 kr.: Nicklas Bendtner og Mike Jensen


462.186 kr.: Henrik Dalsgaard


366.734 kr.: Martin Braithwaite


262.342 kr.: Pierre Emil Højbjerg


185.496 kr.: Daniel Wass


156.731 kr.: Lasse Nielsen


144.498 kr.: Jonas Knudsen


135.500 kr.: Lasse Vibe


105.611 kr.: Rasmus Falk og Erik Sviatchenko


79.885 kr.: Nicolaj Thomsen


79.000 kr.: Frederik Sørensen og David Jensen


56.500 kr.: Marcus Ingvartsen