So nógv fáa føroysku feløgini

Fótbóltur: UEFA fer í næstum at býta út 3,9 mió. kr. til sjey føroysk feløg, sum eiga landsliðsleikarar. HB fær størsta bitan og fær upp ímóti einari millión.

Tað var í blaðnum mikudagin, at vit bóru tíðindini um, at føroysku fótbóltsfeløgini fáa fleiri milliónir í endurgjaldi fyri at vara av einum landsliðsleikara. Býtislykilin er eitt sindur ymiskur, alt eftir um landsliðið hevur spælt átta, tíggju ella tólv undankappingardystir, men hjá Føroyum, sum hava spælt tíggju dystir, er endurgjaldið, eitt felag fær fyri hvønn einstakan leikara, 4.192 evrur. Tað svarar til góðar 31.100 krónur.
Tað merkir, at hvørja ferð, eitt felag hevur latið ein leikara til landsliðsfótbólt, og hesin hevur staðið á dómaraseðlinum, fær føroyska fótbóltsfelagið góðar 31.100 krónur endurgoldið.
Av tí at Gunnar Nielsen, Jóan Símun Edmundsson, Christian Holst og aðrir leikarar við hava umboðað útlendsk feløg, so fella allar 5,6 mió. kr., sum føroysku leikararnir eru verdir í endurgjaldi, ikki bara føroyskum feløgum í lut. Eftir útrokningarnar er tað greitt, at 3,9 mió. kr. fella til føroysku feløgini – og harvið ikki allar 5,6 milliónirnar, sum annars skrivað stóð í Sosialinum mikudagin.
UEFA ynskir við endurgjaldinum, at peningurin verður nýttur til sjálva felagið og ikki til leikararnar.

So nógv fáa føroysku feløgini:
HB - 875.804 krónur
NSÍ - 844.532
EB/Streymur - 781.972
B36 - 719.952
ÍF - 344.070
Víkingur - 187.671
KÍ - 155.860