Sum vit skrivaðu fyrr í morgun hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyribils ongar ætlanir um at lata teimum fátækastu í Føroyum fíggjarligarn stuðul, nú prúsirnir eru farnir so nógv upp.
Les meiri um tað her: Skulu ikki vænta sær nakra hjálp enn á sinni
Men Uni Rasmussen leggur afturat, at verður tað gjørt, mugu sparingar finnast á øðrum økjum, ella mugu skattir og avgjøld hækkast.
– Vansin hjálpartiltøkum er, at tey raka skeivt og at tey hava ymsar avleiðingar við sær. Til dømis kunnu tílík tiltøk seinka arbeiðnum at leggja um til grøna orku, og tey kunnu forða fyri øðrum umleggingum, sum eru neyðugar í búskapinum.
Uni Rasmussen vísir eisini á, at fleiri fløskuhálsar eru á arbeiðsmarknaðinum og á bústaðarmarknaðinum. Vandin við at seta hjálpartiltøk til húsarhald í verk, uttan at tey eru fíggjað er, at tey helst fara at elva til enn størri prísvøkstur og sostatt kann tað gera støðuna enn verri. Eitt nú kann tað at fáa bústaðarprísin at hækka enn meiri, heldur landsstýrismaðurin.