- So mugu aðrir taka við

ÍtróttarSosialurin: Skert H71 lið er framvegis best

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøtunar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa um H71, ið er greitt oddalið í FTZ-deildini, hóast liðið er skert. – So mugu aðrir taka við, sigur venjarin.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Í blaðnum er drúgv frásøgn frá Runavík Open, sum hevur verið í farnu viku. Les millum annað hvat Helgi Dam Ziska, stórmeistari, og Torbjørn Jacobsen, talváhugaður borgarstjóri í Runavíkar kommunu siga.

 

Svimjisambandið velur oyggjaleikirnar framum EJM. Les samrøðu við formannin í svimjisambandinum.

 

Les eisini um kvinnulandsliðið í hondbólti, sum hevur verið á venjingarlegu í Danmark í samband við, at tær skulu spæla HM undankapping í Føroyum komandi vikuskifti.

 

Eisini ber til at lesa alt um árbókina ”Føroyskur fótbóltur 2016”, sum bleiv løgd fram á móttølu í Miðlahúsinum um vikuskiftið.

 

Annfinn Danielsen fekk heiðurin ársins eldsál frá venjarafelagnum. Hann hevur verið ungdómsvenjari síðani 1977. Les hvat hann heldur um menningina í føroyskum fótbólti.

 

Sonni Ragnar Nattestad fær fimm spurningar, harav møti við Ole Gunnar Solskjær og framtíðin er millum spurningarnar.

 

Minnist tú Ian Wright? Vit ummæla bókina hjá fyrrverandi málslúkinum hjá Arsenal. Steven Gerrard setur dám á quzzina.