Í gjár vóru 27 nýggir tilburðir við koronu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
1877 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 474 smittað, fimm eru innløgd, og tíggju eru deyð við koronu í Føroyum.











