Ólag er á siglingini hjá Teistanum í morgun hesaferð ikki orsakað av tekniskum breki, men av veðri.
Fyrr í morgun boðaði Strandferðslan frá, at Teistin ikki hevur siglt regluliga í morgun millum Skopun og Gomlurætt.
Sagt verður, at túrarnir av Skopun klokkan 08.10 og aftur klokkan 10.30, ikki verða sigldir orsakað av ringum líkindum. Tað vil so aftur siga, at túrurin av Gomlurætt klokkan 09.45 heldur ikki verður sigldur..
Upplýst verður tók, at siglt verður aftur av Gomlurætt klokkan 11.15.
Fleiri fólk skuldu til arbeiðis ella á fund í høvuðsstaðnum í morgun. Men tað sleppa ikki fyrrenn nakað væl aftaná døgurða.
Einki er at siga til, at fólk í Sandoynni so brennandi ynskja sær fast samband, so veðrið ikki verður ein forðan longur fyri at sleppa aftur og fram til arbeiðis ella annað á meginøkinum.










